Semja gjørd um eftirlønina

Fyrrverandi formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óli Jacobsen, gjørdi eina eftirlønaravtalu við nevndina í felagnum, tá hann sat sum formaður. Avtalan var gjørd í 2004 og segði, at Óli Jacobsen skuldi fáa eina eftirløn, ið svaraði til eina hálva arbeiðaraløn. Hann byrjaði at fáa eftirløn í 2010.

 

Óli Jacobsen fór frá sum formaður í Fiskimannafelagnum í 2007, tá hann tapti formansvalið ímóti Jan Højgaard. Tá hevði Óli Jacobsen sitið sum formaður síðan 1971.

 

Fiskimannafelagið valdi at steðga eftirlønini í 2013 við teirri grundgeving, at avtalan við Óla Jacobsen var, at eftirlønin var rinda honum sum løn og við tí fylgdi ein loyalitetsskylda yvirfyri felagnum. Fiskimannafelagið metti, at Óli Jacobsen í úttalilsum og lesarabrøvum hevði verið óreiðiligur mótvegis felagnum og tí skuldi eftirlønin steðgast.

 

Les eisini: Óli Jacoben í rættin móti Fiskimannafelagnum

Les eisini: Høvdu ikki loyvi at taka pensjónina frá Óla

 

Fiskimannafelagið og Óli Jacobsen endaðu í rættinum um málið. Endin var, at Óli Jacobsen vann sakarmálið og Fiskimannafelagið skuldi tískil halda fram við at rinda eftirlønina.

 

Fiskimannafelagið hevði landsfund í dag. Har stendur í formansfrágreiðingini, at Fiskimannafelagið nú hevur gjørt eina avtalu við Óla Jacobsen um at rinda eftirlønina út í einum, heldur enn framhaldandi at rinda eina mánaðarliga upphædd. Eingangs upphæddin er 1.5 milliónir krónur.

 

Jan Højgaard viðmerkir í frágreiðingini, at løgfrøðingar hava ráðgivið Fiskimannafelagnum, at um tey vildu víðari í rættarskipanini við málinum um eftirlønina, so er sannlíkt at felagið hevði tapt. Tí vildu tey gera eina semju við Óla Jacobsen, fyrrverandi formannin, fyri at fáa málið avgreitt.

 

- Eg vænti hetta er endin á málinum. Eg havi enn ikki sæð endaliga løgfrøðisliga útkastið, men eg vænti Óli góðtekur hetta og vit vóna hetta verður endin á málinum, sigur Jan Højgaard.

 

Óli Jacobsen sigur, at hann hevur onga viðmerking til málið í løtuni, men vísir bert til frágreiðingina frá Fiskimannafelagnum.