Ósemja um ES-politikkin

Teir báðir stjórnarflokkarnir í Íslandi eru ikki á einum máli um tann komandi ES-politikkin Árni Páll Árnason, sum er altingsmaður hjá Samfylkingini, segði á valfundi á Selfossi í gjár, at samráðingar við ES um limaskap er fyrsta málið á dagsskránni aftan á valið í næsta mánað.

Men hin stjórnarflokkurin, Vinstri grøn, hevur ikki somu áskoðan. Katrin Jakobsdóttir, tingkvinna og mentamálaráðharri, segði á sama valfundi, at tað er púra burturvið at seta so týðandi og avgjørd krøv, áðrenn samráðingarnar um at halda fram í stjórn eru byrjaðar, og áðrenn valið hevur verið.

Vinstri grøn siga, at samráðingar verða ikki við ES, uttan at íslendska fólkið hevur givið sína tilsøgn til tess á einari fólkaatkvøðu.