Landsverk og Tórshavnar Kommuna eru nú komin til sættis um eina loysn á ósemjuni um innkomuvegin til Havnar.
Talan er um vegin, sum fer at byrja við eini íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin ímillum Sund og Sandvíkarhjalla og heldur fram ígjøgnum ovaru Hoyvíkina, Ternurygg, undir Oyggjarvegin, oman fyri Marknagilsvegin og víðari móti Norðasta Horni og Gomlurætt.
Ósemjan, sum hevur borið í sær, at arbeiðið við innkomuvegnum hevur ligið stilt í longri tíð, hevur snúð seg um, hvussu nógvar íbindingar skulu gerast í vegin. Tórshavnar Kommuna vildi hava fleiri íbindingar, enn Landsverk heldur vera ráðiligt á einum landsvegi við eini hámarksferð upp á 80 km/t.
Nú hava partarnir so gjørt semju um, hvørjar íbindingar skulu gerast. Semjan ber í sær, at kommunan fær eina íbinding afturat, sum verður tann í Flatarvegin. Hinvegin góðtekur kommunan nú, at ongin íbinding verður í Sundsvegin og Villingardalsvegin.
- Á Landsverki eru vit sera fegin um at hava funnið eina semju um innkomuvegin, sum allir partar kunnu vera nøgdir við, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Semjan ber eisini í sær at gera neyðug ferðslutrygdartiltøk við ávísar ferðslutungar íbindingar, um ella tá ferðslan fer upp um eitt ávíst mark.
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, John Johannesen, tekur undir við avtaluni um innkomuvegin. Sostatt er klárt at fara undir aftur arbeiðið við at gera fyrsta part av vegnum lidnan, um játtan kemur á fíggjarlógina.