Kvívíkar Kommuna hevur steðgað arbeiðinum upp á nýggja bátahylin á Válinum, tí vestmenningar hótta við fútaforboði.
Men nú er talan um sinniligt fólkaslag, sum ikki plagar at loypa framav, so teir eru í øllum góðum farnir at tosa um málið og vænta at finna eina virðiliga loysn, siga báðir partar.
Vestmanna Kommuna havur gjørt vart við, at grótkastið í samband við bátahylin, sum Kvívíkar Kommuna er farin undir á Valinum, fer at koma so langt út frá landi, at tað fer um tað markið, sum vestmenningar siga, er galdandi eftir sjónum inni á Vestmanna. Kvívíkingar meta hetta ikki sum mark, og vestmenningar svara aftur við at hótta við fútaforboði, um kvívíkingar halda fram við arbeiðinum. Hetta halda kvívíkingar ikki vera tað vert, og hava tí av sínum eintingum steðgað arbeiðinum og heitt á Vestmenningar um at tosa saman um málið. Tað fara partarnir so at gera.
Kvívíkar Kommuna hevur av sínumeintingum steðgað arbeiðinum, tí tey frættu at vestmenningar høvdu umhugsað fútaforboð, sigur Heini Holm fráfarandi borgartjóri í Kvívík.
Hann heldur ikki, at tað er nøkur meining í hjá grannunum at fara at stríðast um hetta málið. Serliga lítið hugligt er tða hjá nýggjum bygdarráðum at byrja samstarv soeliðs, heldur hann.
Hann hevur tí heitt á tey nývaldu bygdarráðini í báðum kommununum um at tosa saman, soleiðis at tey, sum komandi skulu stýra kommununum, kunnu tosa seg til sættis.
Tað eydnaðist ikki at fá orð á fráfarandi borgarstjóran í Vestmanna, Gunn Joensen. Men formaðurin í havnarnevndini, Jóhan Hendrik Hansen, sigur, at hann veit ikki annað, enn at kvívíkingar hava steðgað arbeiðinum.
Hann váttar, at Vestmanna Kommuna hevur tosað um fútaforboð móti arbeiðinum, men kommunan hevur ikki biðið um nakað slíkt, sigur hann.
Komandi borgarstjórin í Vestmanna, Karl Olsen, sigur, at hann hevur frætt frá kvívíkingum um málið, og hann væntar, at tað fer at bera til at finna eina skilagóða loysn á málinum.
Heini Holm, fráfarandi borgarstjóri í Kvívík, greiðir frá, at talan er um eina ósemju um, hvar kommunumarkið gongur úr eftir Vestmanna. Kvívíkar Kommuna gongur at Heljareyga, sum er mark. Vestmenningar siga, at markið gongur haðani í eini linju yvir um vágna soleiðis, at hon verður so nær Válalandinum, at grótkastið, sum kvívíkingar ætla at gera, fer útum. Her eru kvívíkingar ósamdir.
Heini Holm sigur, at tað ber ikki til at fáa staðfest nágreiniliga, hvørki hjá Matrikulstovuni ella Landsverki, hvar hetta góða mark er.
?Á landi er eingin trupulleiki at staðfesta mark, sigur hann. Men tá komið verður á sjógv, er øðrvísi. Hetta er líkasum eitt grátt øki, sum ikki er roynt fyrr. So nú verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at enda, tí tað fer ivaleyst at verða nýtt sum dømi, um okkurt tilíkt seinni kemur fyri aftur, sigur Heini Holm.