Ósemjan um Hans Paula Strøm viðgjørd á landsstýrisfundi

Jógvan á Lakjuni boðaði á landsstýrisfundi í gjár frá, at hann hevði mótmælt, at Hans Pauli Strøm hevði sett eina ráðstevnu fyri samkynd. Løgmaður lovar tó, at hetta ikki kemur at ávirka samgongustevið

SAMKYND

Landsstýrisfundur varð hildin í gjár, og stutt fyri at blaðið varð prentað, fekk Sosialurin orðið á Jóannes Eidesgaard, løgmann, meðan hann sat á fundi.
Jóannes Eidesgaard váttaði, at Jógvan á Lakjuni hevði sagt á fundinum, at hann hevði sent eitt skriv til fjølmiðlarnar, har hann átalaði, at Hans Pauli Strøm hevði sett eina ráðstevnu um samkynd, men at hetta varð gjørt í sátt í semju, og at hetta á ongan hátt kemur at skala samgonguna.
-        Her vóru eingi misljóð, og tað var stuttligt at síggja tveir menn greiða frá tveimum so ymiskum sjónarmiðum og síðani taka í hondina á hvørjum øðrum og halda fram við tí politiska arbeiðinum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið sum løgmaður kann kallast sum eitt slag av arbeiðsgevara hjá sínum landstýrismonnum.
Løgmaður nevnir Høgna Hoydal, tá hann í blaðnum í gjár verður endurgivin fyri at siga, at hann svarar bert fyri sín flokk, og sjálvur metir Jóannes Eidesgaard, at soleiðis man støðan vera í øllum teimum størru flokkunum í føroyskum politikki. Eisini úr flokkinum hjá løgmanni, Javnaðarflokkinum, eru mótmæli komin ímóti Hans Pauli Strøm. Í blaðnum í dag er nevniliga eitt lesarabræv, har Gerhard Lognberg finst at avgerðini at seta ANSO-ráðstevnuna.
Løgmaður heldur, at tað er viðurkent í tí politisku skipanini, at í sokallaðum etiskum spurningum eru tinglimir frítt settir at svara sambært síni egnu samvitsku, og at soleiðis verður farið fram í eitt nú rúsdrekkaspurninginum.
Jóannes Eidesgaard nevnir eisini, at hann sjálvur helt røðu á ólavsøku í fjør hjá Friðarboganum, og at hann fekk nógvar ábreiðslur frá bæði politikarum og privatpersónum fyri hetta, men at hann hinvegin fekk nógv fleiri heilsanir frá fólki, sum tóku undir við hansara avgerð um at halda røðu á hesum fundinum.
 - Tað er so ymiskt hvussu vit vekta slíkar spurningar, sigur løgmaður.