Sendast í skammikrók

IFAB, sum er samstarvsfelag millum bretsku fótbóltssambondini og FIFA, fer á komandi fundi sínum, sum verður tann 28. februar, at tosa um møguleikan at herða revsingina fyri gul kort. Hetta við at nýta tíðaravmarkaða útvísing, soleiðis sum tað verður gjørt í eitt nú hondbólti. Umframt hetta fara limirnir í IFAB eisini at tosa um møguliekan at leingja hálvleikssteðgin og at hava fýra útskiftingar heldur enn tríggjar.