Sendistovan er bara ein »leigusáttmáli«

Kaj Leo Johannesen, løg­mað­ur, hev­ur um viku­skift­ið – á Face­book – gjørt sín­ar við­merk­ing­ar til kri­tikk­in, hann hev­ur fin­g­ið fyri at steingja Send­i­stovu Før­oya í Lond­on utt­an at ráð­føra seg við Ut­t­an­lands­nevnd Løg­­tings­ins, so sum stýr­is­skip­­an­­i­n sigur, at hann skal gera í størri utt­an­ríkis­poli­tisk­­um málum.

Men at steingja sendi­stov­una í Lond­on er als ikki eitt utt­an­rík­is­poli­tiskt stór­­mál, held­ur løg­mað­ur, sum á Face­book segði:
»Eingin stjórnarleiðari hevði bli­við kall­að­ur til fund í eini utt­­an­­lands­nevnd fyri at siga ein leig­u­­sátt­­mála upp«
So stríðið millum løg­mann og Jákup Mikkelsen, for­mann í Utt­an­lands­nevnd­i­ni (og Høgna Hoy­dal) stend­­ur um, hvørt tað er eitt utt­­an­­rík­­is­­pol­­it­­iskt stór­mál at steingja eina sendi­­s­tovu í ein­um heims­metro­­poli, sum Lon­d­on.
Men tað harmar tó løg­mann, at hann er noyddur at ge­ra hetta. Á hei­m­a­síð­uni hjá Løg­­mans­­skriv­stov­uni sig­ur hann, at »løg­­mans­­skri­v­stov­­an má, eins og øll onn­­ur stjórn­ar­ráð, laga seg til fíggj­a­r­ligu um­­støð­ur­nar. Rat­i­on­a­l­i­se­r­ing­ar mugu tó fremjast, so tær darva sum minst, og eg vænti, at Sendistovan í Brúss­el framefti fer at røkja og menna okkara samskifti við Bret­­land og Ír­land á full­góð­an hátt«, si­g­ur løgmaður..
So vit kunnu bara vóna, at tað verður, sum løgmaður rokna­r við – at tey fara at klára hetta so nøk­u­lunda úr Brúss­el. Spurnurin er so, um Jákup Mikkelsen fer at geva løgmanni eina nøs – bara fyri at siga upp eitt dýrt leigumál í London...?