Sveinur Tróndarson
So upprann dagurin, tá ið ein kritisk oddagrein kom á prent um Javnaðarflokkin uttan at flokkurin hevði havt høvi til at sensurerað tekstin áðrenn. Og hóast tónin í hesi oddagrein var speiskur, so misti Hans Pauli strøm ondina av orðunum, sum helst hava sviðið meira enn gott er.
Hans Pauli Strøm, eg síggi, at tú er farin at geva ilt av tær nú ein atfinningarsom oddagrein er komin á prent um Javnaðarflokkin, uttan at tit í flokkinum eru sloppin at góðtaka tað, sum í henni stendur áðrenn hon var prentað. Tað má av sonnum eisini vera ein løgin kensla hjá tykkum, tí, satt at siga, hava tað ikki verið nógvar oddagreinar, sum hava funnist at Javnaðarflokkinum seinastu tvey árini.
Kortini undrar tað meg sera nógv, at tú, sum ert fólkavaldur, loypir framav soleiðis í einum lesarabrævi. Tú krevur saklig argument, tá onkur dittar sær at finnast at flokkinum, sum tit elska hægri enn tykkara egna land, men tú leggur sjálvur ikki í at brúka saklig argument, hvørki tá ið tú skrivar ella tá ið tú tosar.
Lesarabrævið hjá tær er øll ein útspilling og ákoyring av teimum, sum hava víst dirvið til at siga sína hjartans meining um flokk tykkara. At oddagreinin so er sett saman í einum speiskum tóna, tað skilir ein so svartskygdur maður, sum tú, ikki. Tað er greitt.
Men hetta við at leypa framav, tað er kanska nakað, sum liggur til tín, Hans Pauli. Gamaní gera vit tað øll viðhvørt, men eg hugsi um ein serligan dag í fjør. Tað er líkasum lættari, bara at spilla tann, sum skrivar, út, heldur enn at vera konstruktivur. Soleiðis minnist eg teg eisini, tá tú ringdi út á Sosialin, har eg arbeiddi um tað mundi. Tú var so dansandi óður um eina grein, sum eg hevði skrivað í sambandi við eina veljarakanning í apríl í fjør, tí orðini eg hevði brúkt vóru ikki nóg positiv um Javnaðarflokkin í tínum eygum, og so fekk eg so av at vita frá tingmanninum, sum ikki hevði dirvið til at møta upp á skrivstovuni.
Tað sama hendi tá ið makkarin hjá tær, Hendrik Old, ringdi um eina aðra grein, sum bara slapp í Internet Sosialin. Hon varð skrivað í sambandi við ein politiskan landsfund, men evnið var av slíkum slagi, at blaðstjórin tordi ikki at koyra hana í. Greinin snúði seg um, at Tjóðveldisflokkurin hevði fíggjarligt avlop í 1999 ... Tónalagið hjá honum var ikki tað sama, men endamálið var. At leggja politiskt trýst á tey, sum skrivaðu fyri blaðið.
Tað er kanska soleiðis, tú vilt hava bløðini skrivaði, Hans Pauli. Lata politisku flokkarnar sleppa at avgera, hvat tað er, sum sleppur í, hvussu tað verður skrivað og serliga hvør ið skrivar tað. Er tað ikki soleiðis tað er á Sosialinum í løtuni? Javnaðarfólk sleppa at rættlesa greinar, har teir eru uppií, men tað er ikki altíð, at fólk úr hinum flokkunum sleppa tað. Verri enn so. Besta dømið um tað er tá Tórbjørn Jacobsen dummaði seg. Rætningslinjurnar eru ymiskar har úti, tá tað snýr seg um javnaðarfólk og tá tað snýr seg um onnur. Og so kann alt tos um sakliga viðgerð vera líkamikið.
Nei, góði Hans Pauli, hatta er ikki vegurin fram. Ver glaður fyri, at onkur tímir at siga sína hjartans hugsan um tað tit javnaðarmenn havast at. Latið miðlarnar sleppa at arbeiða uttan at tú, skalt koma við gori og galli hvørja ferð onkur er, sum ikki er heilt samdur við tær. Vit hava loyvið til at hava eina aðra hugsan enn tú, og vit hava eisini loyvið til at fáa nakað frá hondini sjálvt um tú ikki tímir at hjálpa til.
Tú átti heldur at lagt á annan bógv og verið meira positivur. Trúgv upp á egin evnir og okkara við. Eg trúgvi ikki, at veljarar tínir í Norðstreymoy hava valt teg inn á ting fyri at siga, hvussu lítið vit nytta. Tá var sjálvt Pauli Ellefsen betur. Hann segði so hóast alt á sinni, at vit megna bert vit vilja. Hjá tær er tað eftir øllum at døma soleiðis, at vit megna um Nyrup vil.
So var tað eitt afturat. Seinastu knøppu trý árini hava tú og hinir javnaðarmenninir gjørt tykkum ómak, hvørja ferð tit hava tosað um fólk sum taka undir við fullveldi. Tit kalla okkum fanatikarar og annað gott, sum ikki er serliga væl argumenterað og nú ert tú eisini farin at tosa um woodo.
Eg taki undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, men tað ger meg als ikki til fanatikara av nøkrum slagi. Einastu fanatikararnar, eg síggi, eru teir, sum av øllum alvi berjast ímóti, at vit føroyingar hava rætt til at ráða í egnum húsi. So einfalt er tað. Henda rætt vilja danir ikki geva okkum, ja, nú vilja teir heldur ikki siga, um teir í heila tikið vilja góðtaka føroyskt ynski um fullveldið, tá ið tað kemur. Tá haldi eg, at sjálvt teir mest svartskygdu - og har meti eg teg, sum ein av teimum svartastu - áttu at fingið eyguni upp fyri tí, sum stjórnin í Keypmannahavn hevst at. Teir arbeiða ikki fyri títt og okkara besta. Teir arbeiða bara fyri donskum áhugamálum.