? Eg eri sera fegin um frágreiðingina frá Strandferðsluni um Bygdaleiðir, sigur Bjarni Djurholm landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hann sigur seg vera ovfarnan av, at ein stovnur kann taka so nógv í egnan barm, sum Strandferðslan hevur gjørt í hesum máli. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan m. a. sigur, at sáttmálarnir ikki eru nøktandi, at skipanin við Bygdaleiðum er avlagandi, og at hon ikki verður útnyttað optimalt, at nýtsluprosentið er í ósamsvar við bussstødd o. s. fr.
Bjarni Djurholm sigur eisini, at hann longu í samandráttinum sær, at her er nóg mikið at tríva í.
Skipanin ikki tíðarhóskandi
? Eg eri sera glaður fyri, at teir lýsa viðurskiftini so greitt, sum teir gera, tí hetta ger tað so nógv lagaligari hjá landsstýrinum og løgtinginum at taka neyðugu stigini, so tað ber til at fremja slíkar broytingar, sum Strandferðslan í hesum føri sjálv ynskir.
Bjarni Djurholm hevur merkt sær, at Strandferðslan í størri mun heldur, at hon eigur at hava eina myndugleikauppgávu, soleðis at skilja, at hon skal leggja til rættis, samskipa, hava eftirlit og at annars skipa so fyri, at koyringin verður boðin út í kapping.
? Henda táttin ætli eg mær at taka upp saman við Strandferðsluni, so vit kunnu fáa handan partin av virksemi teirra meira marknaðarbæran. Frágreiðingin samanlagt ger neyðugu tiltøkin lættari at fremja, tí at teir sjálvir ásanna, at skipanin aftan á 20 ár ikki er tíðarhóskandi.
Karmarnir ikki í lagi
Bjarni Djurholm sigur, at Strandferðslan eisini vísir á, at nógv av tí, sum stovnurin fæst við, byggir á sáttmálar, sum eru bindandi, uttan tó at verða góðkendir av landsstýrinum. Eisini verður víst á, at lógarheimildir ikki rigga, sum tær skulu.
? Hetta merkir, at karmarnir um stovnin ikki eru í lagi. Tað er sera gott at vita, at at vit hava eina so greiða lýsing av trupulleikanum, tá vit skulu gera broytingar og tillagingar við stovninum.
At Strandferðslan í størri mun skal hava myndugleikauppgávur merkir, at stovnurin meira fer at planleggja heldur enn at reka tann operativa partin við bussum, sigur landsstýrismaðurin. Tað verða gjørdir sáttmálar við privatar um tað økið.
? Politiskt skulu vit hava eyguni við, at Strandferðslan hevur eina veitaraskyldu, so vit vita, at borgarin altíð fær tað tænastustøðið, sum vit hava sett sum minsta mark.
Spurdur um hetta í nóg stóran mun tryggjar útjaðaraøkini, sigur landsstýrismaðurin, at kravið um eitt minsta mark fyri tænastustøði skal tryggja, at útjaðarin ikki verður við skerdan lut.
? Um ikki hetta ber til við sáttmálum, so má stovnurin sjálvur inn sum operatørur í hesum førum, sigur Bjarni Djurholm
SL sum stovnur ikki privatiserast
Í frágreiðingini frá Strandferðsluni verður eisini nomið við trupulleikan, sum Bygdaleiðir hava av, at summir bólkar ferðast bíligari enn aðrir, og at børn undir sjey ár ferðast ókeypis. Hetta gevur trupulleikar, eitt nú tá barnagarðar fara útferðir o. s. fr. Flutningur av skúlabørnum ger eisini, at kapasiteturin er nógv størri, enn krøvini annars eru til ávísar farleiðir.
Landsstýrismaðurin sigur, at her má finnast út av, hvat er uppgávan hjá Strandferðsluni, og hvat er kommunalar uppgávur. Hann hevur ikki eitt greitt svar, men heldur, at við støði í frágreiðingini átti at borið til at funnið út av hesum.
Fólkaflokkurin hevur gingið á odda í tosinum um privatiseringar av almennum stovnum. Men Bjarni Djurholm vísir á, at tað sum so einki endamál er í sær sjálvum at privatisera Strandferðsluna.
? Vit mugu hava í huga, at her er talan um ein risa stóran stovn, sum í høvuðsheitum er býttur í trý: Oyggjaleiðir, Bygdaleiðir og Farmaleiðir. Tað frægasta er helst, at landsstýrið áleggur Strandferðsluni ein myndugleika, og at stovnurin so útlisiterar ymsu uppgávurnar, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir á, at skipini sjálvandi eru tann tyngsti parturin. Tey eru gomul, og har er tørvur á stórum íløgum.
? Men eg fari at byrja við Bygdaleiðum. Tá tað er fingið upp á pláss er hugsandi at fara í holt við Farmaleiðir, sigur landsstýrismaðurin, uttan tó at koma nærri inn á, hvussu hetta skal loysast.
Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur umrøtt øll hesi viðurskifti saman við stjóranum á Strandferðsluni, og at samskifti teirra millum er sera positivt. Hann sigur, at Vinnumálastýrið fer at gjøgnumganga allan stovnin saman við teimum og við støði í teirra egnu frágreiðingum.
? Men vit mugu minnast til, at Strandferðslan er ein stórur stovnur, sum ikki kann broytast frá degi til dags - men tað er sunt við góðum og kvalifiseraðum mótspæli, sigur landsstýrismaðurin.