Á sera lágum støði

Hóast Gunnleivur Dalsgarð formaður í Starvsmannafelagnum heldur útsøgnirnar hjá nýggja formanninum í Fiskimannafelagnum vera langt úti, er hann opin fyri at samstarva

Fakfeløg

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, heldur lítið um útsøgnirnar hjá nýggja formanninum í Fiskimannafelagnum um fólk í almennu umsitingini sum kraddarabólkar og gapandi pisur.
- Eg kann bara staðfesta, at Jan Højgaard leggur seg upp í kórið av eitt nú politikarum, ið leggja eftir teimum, ið arbeiða í almennu umsitingini. Hetta er ein ringur máti at byrja uppá, men tað skal samstundis ikki forða okkum í at samstarva við hann. Hetta er kanska sagt í einum valrúsi, so eg veit ikki, um tað bert skal síggjast sum valstríð. Men tað er langt úti, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Gunnleivur heldur útsagnirnar hjá Jan Højgaard vera á sera lágum plani, serliga tí, at nógvar av teimum skipanum, ið fiskimenn nýta gott av, verða væl umsitnar av fólki í almennu umsitingini.
- Vit hoyrdu í morgun fráfarandi formannin Òla Jacobsen greiða frá, at skattaskipanin hjá fiskimonnum var størsta frambrotið í hansara tíð sum formaður. Eg kann heilsa Jan, at óansæð um man er samdur í hesi skipan ella ikki, so er hon væl umsitin av júst fólkum í almennu umsitingini. Hetta er sum at hoyra ávísar politikarar, ið órevsaðir bera tílíkt fram á tingsins røðarapalli, sigur Gunnleivur Dalsgarð.