Sera søtur heimasigur í Klaksvík

Hóast nýggja samanseting á sentrala miðvøllinum og tronga dystarskrá eydnaðist tað KÍ at vinna ímóti B36

Tað varð enn eitt flugubein sett hjá greipuvinnarunum í KÍ seinnapartin, tá ið B36 var gestur í Klaksvík.

 

Mikukvøldið varð KÍ í Slovenia varpað úr europeisku meistarakappingini, og hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League í Póllandi.

 

Millum stóru altjóða avbjóðingarnar var dagsskráin í dag at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36 fyri harvið at varðveita møguleikan at endurvinna meistaraheitið.

 

Og tað eydnaðist KÍ at vinna 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Sjey minuttir vóru farnir, tá ið heimaliðið legði seg á odda. Tað vóru tveir av stuðulsspælarunum, sum spæla allar dystirnar á tamb, ið stóðu fyri málinum. Jóannes Kalsø Danielsen átti uppleggið úr høgru, og mitt fyri málinum var tað Páll A. Klettskarð, sum setti bóltin í málið.

 

B36 var nógv á bóltinum, og tað vóru fleiri støður og einstakir møguleikar. Næst við at javna var Dávid B. Andreasen, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið og niður í vøllin.

 

At KÍ fýra minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna til 2-0 bar við sær, at tað síðani av álvara gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, sum í longum tíðarskeiðum megnaði at varðveita bóltin og ikki altíð hevði fokus á møguleikanum at fara í álop.

 

2-0 málið skoraði Erlend Hustad eftir innlegg úr vinstru frá eyðsýnda vongverjanum Jean Carlos. B36 misti bóltin í uppspæli í vinstru, og so gjørdi KÍ skjótt av. Í uppspælinum vóru Erlend Hustad og Páll A. Klakkstein, sum legði bóltin út í vinstru, og bæði Páll og Erlend vóru klárir undir málinum, tá ið Jean Carlos neyvt legði bóltin til handara stólpa, har Erlend úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin inn um strikuna.

 

Jákup á Borg skifti miðskeiðis í seinna hálvleiki fleiri spælarar inn í roynd at venda gongdini, men tað eydnaðist ikki. Næst við var B36, tá ið Pætur J. Petersen var leysur mitt fyri, men hann rakti ikki bóltin, sum hann ætlaði, og so spurdist einki burturúr.

 

At einki mál fór ígjøgnum hjá KÍ sigur, at verjan var stinn. Umframt málverjan, vongverjarnar og Gaston og Gilla Rólantsson, sum mannaðu miðverjuna, royndist nýggja samansetingin á sentrala miðvøllinum væl. Hallur Hansson var leikbannaður, og sentralir miðvallarar vóru Oussama Ali og Mansour Sinyan, meðan Erlend Hustad var mest framrættaði á miðvøllinum.

 

Hjá B36, sum hevði Djóna Sivertsen á miðvøllinum saman við Ragnari Samuelsen og Dávidi Biskopstø Andreasen, meðan Bogi Reinert-Petersen var miðverji saman við Heina Vatnsdal, var tað vónbrot ikki at vinna stig, tí B36 plagar ofta at standa seg væl í Klaksvík. Næsta royndin hjá árstalsfelagnum verður um tvær vikur í Sørvági. B36 hevur longu spælt dystin í næsta umfari. Tað var á ólavsøku, tá ið B36 vann 1-0 ímóti AB.