Sera stór útskifting í Eik seinastu árini

Fíggjareftirlitið metir, at førleikarnir eru skerdir. Og í dag er tali av nevndarlimum lægri enn í 2014.

Fíggjareftirlitið hevur í nýggjastu metingini av Eik banka staðfest, at við stóru útskiftingini í nevndini eru førleikar farnir fyri skeyti. Tí hevur fíggjareftirlitið heitt á Eik banka, um at gera eina sjálvsmeting í mun til núverandi samansetingina av nevndini í bankanum. 

 

Hyggja vit eftir broytingunum í nevndini í Eik er tað at siga, at útskiftingin hevur verið stór. 

 

 

Les eisini: Torben Nielsen ov stórt vald í Eik

 

 

Í 2014 vóru níggju nevndarlimir í Eik banka, og í dag eru bert sjey. Og hyggja vit eftir nevndini í 2014, so eru bert tveir persónar, sum framvegis í dag sita í nevndini. 

 

Ein teirra er nevndarformaðurin Torben Nielsen. Hin er starvsfólkaumboðið hjá Eik, Kristian Østergaard. 

 

Í 2014 sótu umframt hesar báðar eisini Gunnar í Liða, sum segði fleiri álitisstørv frá sær í TF Holding, eftir innanhýsis uppgerð í felagnum, sum toppaði á aðalfundinum í vár, tá ið stuðlarnir hjá Gunnar í Liða fullu, meðan stuðlarnir hjá Arna Brattaberg, núverandi nevndarformanni í TF Holding, fingu meiriluta. 

 

Í 2014 sat eisini Jákup Egholm Hansen, sum var ein teirra, sum ikki varð afturvaldur í nevndina í TF Holding á aðalfundi hjá umboðsráðnum fyrr í ár. 

 

Jørn Astrup Hansen sat eisini í nevndini í 2014, men hann fór úr nevndini um ársskiftið í fjør. Ætlanin var, at Astrup skuldi fara úr nevndini, tá ið Fíggjarligt Støðufesti, sum hann tá umboðaði í nevndini, hevði selt seinasta partin av Eik banka til TF Holding. Men Astrup fór úr nevndini áðrenn ætlað, tí hann ikki vildi taka undir við einum skattafrádrátti, sum leiðslan í Eik ætlaði sær at føra í roknskapin. Tað málið er ikki avgreitt enn. 

 

Árni Jakobsen og Ben Arabo sótu eisini í nevndini í 2014, men eru burtur í dag, somuleiðis sum tvey av trimum starvsfólkaumboðum eru skift út.

 

Í dag telur nevndin sostatt sjey heldur enn níggju nevndarlimir. Í dag er Arni D. Brattaberg næstformaður í Eik nevndini. Og aftrat honum eru Birgir Nielsen og Marion á Lakjuni nýggir limir, umframt tvey starvsfólkaumboð. 

 

Metingin hjá Fíggjareftirlitinum er, at tá útskiftingin hevur verið so stór, er Eik banki ov bundin at Torben Nielsen, sum hevur sitið sum nevndarformaður hesi seinastu árini.