Serfrøðingur í statsrætti vitjar sáttmálanevndina

? Mín leikulutur er bert at greiða frá viðurskiftunum í Íslandi í 1918,tá vit fingu samríkjalóg, og hvussu hon virkaði, sigur Sigurður Lídal, professari

Sáttmálanevndin, sum hevur til arbeiðssetning at greina út støðið undir einum tvílandasáttmála millum Danmark og Føroya, er farin til verka.

Fleiri fundir hava verið í nevndini, og í vikuni hevði hon vitjan av serførðingi í Íslandi.

? Eg kann ikki siga tykkum, hvat er rættast at gera í Føroyum, men kann bert upplýsa um viðurskifti íslands í 1918, og hvussu samríkjalógin virkaði.


Greiðir frá íslendsku støðuni í 1918

Tað sigur Sigurður Líndal, professari við Universitetið í Íslandi, sum er komin hendavegin at greiða frá íslendsku viðurskiftunum, tá Ísland loysti frá Danmark. Hann er útbúgvin cand. mag. í søgu og løgfrøðingur, við høvuðsfaki í metodulæru í rættarvísindi og arbeiðsrætti.

Hósdagin vitjaði hann á fundi hjá Sáttmálanevndini, og vitjaði eisini Landsstýrið á ferðini.

? Kunnu føroysku viðurskiftini í 1999 samanberast við tær í Íslandi í 1918?

? Tað fái eg ikki svarað, tí eg havi ikki innlit í føroyskum viðurskiftum. Um tú hinvegin vilt vita, um føroyingar kunnu taka við læra av íslendsku royndunum, vil eg siga, at tað kunnu bert føroyingar meta um, sigur Sigurð Líndal, sum á fyrsta sinni er í Føroyum.

Hann heldur kortini at tað møguliga kann gagna føroyingum at leita sær kunning um slík viðurskifti aðrastaðni, og at her kann íslendska skipanin takast við í umhugsanini.

? Mín leiklutur er bert at greiða frá hesum viðurskiftum, sigur Sigurður Líndal, sum ikki vil geva til kennis, um hann heldur tað vera gott hugskot at stovna fullveldi í Føroyum. Hann svarar við at siga, at hóast hann var smádrongur í 1944, tá Ísland endaliga loysti frá Danmark, so var hann fyri sjálvstýri.


Felagsmál 1918 - 1944

Í tíðarskeiðnum 1918 til 1944 høvdu Danmark og Ísland fleiri felagsmál, eitt nú uttanríkismál, við íslendskum sendiharra í Danmark og donskum sendiharra i Íslandi. Henda skipanin helt fram til 1940.

Sjóverjan var eisini felagsmál, men íslendingar fingu longu fyrsta vaktarskipið í 1919, men danir høvdu eisini tvey vaktarskip undir Íslandi til 1939, tá Ísland yvirtók hetta málsøki.

Felags kongahús var eisini galdandi millum londini bæði, men í 1941 útnevndi Altingið ein ríkisstjóra, sum hevði somu skyldir sum kongur.

Tað var Sveinn Bjørnsson, sum var tilnevndur ríkisstjóri. Hann hevði stórt politiskt vald, og gjørdist eisini fyrsti forseti í Íslandi í 1944.

? Er tað ein treyt sambært íslendksu skipanina frá 1918, at útnevna ein forseta?

? Tað velst um, hvørja skipan føroyingar velja, t.d. stovnsliga skipan, stjórnarsamband millum tvey sjálvstøðug lond ella lýðveldi.

? Um viðurskiftini við forsetaembætium er fyribils skipan ella samsvarar frælsum stýrislagi, er fyri sovítt ikki mest týðandi í hesum máli.Tað er meira spurningur um, hvørt forsetaembætið skal vera eitt symbol ella hava týðandi vald.


Forsetaembætið tengt at persónleikanum

? Persónliga haldi eg, at forsetaembætið í sínum virkishátti er nær tengt at persónleikanum og áhugamálum hjá tí persóni, sum situr í forsetasessinum.

? Í íslandi hava vit havt forsetar, sum hava havt týðandi politiskt vald, men eisini forsetar sum t.d. Vígdis Finnbogadóttir, sum meira umboðaði mentanarmál og ikki legði seg út í politik, eins og Kristian Eldjarn, sum var fornfrøðingur, og heldur ikki so politiskt áhugaður.

? Í dag hava vit ein forseta, sum er ógvuliga áhugaður í uttanríkismálum. Hann ferðast víða og umboðar vinnulívið í Íslandi.

Tað haldi eg ikki verða neyðugt hjá einum forseta at gera. Tað er meira ein uppgáva hjá vinnulívinum, sigur Sigurður Líndal.