Seriu A dómari til dystin Føroyar-Kekkia

Vit fáa enn ein dómara úr einari topp-5 ligu í Evropa

Hóskvøldið dømdi spanski La Liga dómarin, Javier Alberola Rojas minniliga dystin millum Føroyar og Montenegro, har okkara vunnu ein minniligan 4-0 sigur. 

 

Tá okkara møta Kekkia í tí sjeynda HM-undankappingardystinum í bólki L á Tórsvølli verður tað aftur ein dómari úr einari evropeiskari topp-5 ligu, ið fer at leiða uppgerðina.

 

Dómarin hesaferð verður italski Seriu A dómarin, Andrea Colombo sum fylti 35 ár farna sunnudag. 

 

Andrea Colombo hevur dømt í Seriu A síðani 2021, og hevur áðrenn tað dømt í lægri italskum deildum. So hann skuldi verið vanur við eitt sindur av hvørjum.

 

FØROYAR-KEKKIA

Dómari: Andrea Colombo ITA

Hjálpardómari 1: Giovanni Baccini ITA

Hjálpardómari 2: Davide Imperiale ITA 

Fjórði dómari: Luca Pairetto ITA

VAR dómari: Aleandro Di Paolo ITA

VAR hjálpardómari: Daniele Doveri ITA 

UEFA dómaraeygleiðari: Michaíl Koukoulákis GRE

UEFA umboð: Florin Prunea ROU