– Ein liður í hesum ætlanum er eisini at fáa Føroyar knýttar uppí.
Tað skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á økinum, á Facebook.
Hann sigur, at hesar ætlanir eru somuleiðis ein liður í málinum um at binda norðuratlantsøkið tættari saman á samskiftisøkinum.
– Síðani hetta landsstýrið tók við, hevur Løgmálaráðið havt eitt áhaldandi samskifti við Føroya Tele um møguleikan fyri at útvega ein nýggjan sjókaðal.
– Í 2024 hitti eg táverandi íslendska uttanríkisráðrarran, Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylvadóttir, har møguleikin at leggja ein samskiftiskaðal millum Ísland og Føroyar og víðari til evropeiska meginlandið varð umrøddur, eins og umrøtt varð, at Grønland kundi verið við í slíkari verkætlan, skrivar hann.
– Í fjørheyst sendi eg so danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, eitt bræv við ynski um at kanna á tøkniligum stigi, um grundarlag var fyri einum samstarvi millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland um ein nýggjan sjókaðal. Avtalað varð tá, at Føroya Tele skuldi samskifta við danir um møguligar loysnir.
Við verjusemjuni er enn eitt stig tikið fyri at tryggja Føroyum betri samband við útheimin á samskiftisøkinum, skrivar Bjarni Kárason Petersen.