Seta bilverjuna upp

Landsverk hevur í ár sett sær sum mál at seta umleið 4800 metrar av bilverju upp á ávísum støðum framvið landsvegnum.

Úrslitið av hesum arbeiði sæst longu á mongum støðum kring oyggjarnar. Í farnu viku vóru menn í ferð við at seta pelarnar upp og í hesi vikuni bilverjuna upp í Hósvík.

Eins og her verður ein nýggj bilverja sett upp, meðan ein aðrastaðni endurnýggjar ta verandi, ið er farin av tíðarinnar tonn.

Sambært heimasíðuni hjá Landsverki fer hetta arbeiðið at kosta 1,5 mió krónur í ár.