Seta feriuna í vanda og elva til nógv stríð

Áðrenn nógv fara at ferðast, gloyma tey at kanna ein smálut, sum kortini hevur alstóran týdning

 

Tað merkist ikki so nógv til tað, men kelendarin sigur, at tað er hásummar. Og tað er á hásumri, at ferðahugurin kemur á føroyingin, og hann leitar sær burtur í onnur lond at ferðast.

 

Men tað eru ikki so fáa, sum seta ferðina í vanda – og sum elva til nógv stríð hjá løgregluni, bara tí at tey gloyma nakað so grundleggjandi, sum at kanna um tey hava eitt gyldugt pass.

 

Løgreglan sigur, at tað er dag og dagliga at fólk ringja og kæra sína neyð, tí tey skulu at ferðast, men at tey ikki hava ansað eftir, at passið er útgingið, ella er við at ganga út.

 

- Hetta er ein trupulleiki, sum fór at taka seg upp longu í apríl, ella í mai, og so heldur á til summarið er av, sigur løgreglan.

 

Og tað er ofta sama dag, ella dagin fyri, tey skulu at ferðast, og so noyðast tey, sum hava við passviðurskifti at gera, at liggja vatnrøtt í luftini at útvega nýtt pass.

 

Løgreglan minnir tí fólk at at kanna eftir, um passið er gyldugt. Men tey minna eisini á, at tað er ikki nóg mikið at hava eitt gyldugt pass, tí nógv lond seta sum  treyt, at passið skal vera gyldugt í eitt hálvt ár, ella so, eftir at ferðin er enda. Er passið ikki tað, kann tað verða roknað sum ógyldugt, og so er líva vítt sum sítt.

 

Løgreglan minnir eisini á, at eisini børn skulu hava pass. Vaksin hava ofta eitt koyrikort, ella okkurt annað, við mynd á, sum eyðmerkir tey, men passið er ofta tað einasta, børn hava við mynd á, og sum kann brúkast at eyðmerkja tey við. Tí eiga børn at hava pass - eisini tá ið farið verður til Danmarkar, har vaksin oftast hjálpast við eitt koyrikort.