Seta ikki ferð á arbeiðið at gera tunnilin

Tað verða framvegis 7-8 ár, áðrenn hann kann takast í brúk

Tað verða framvegis 7-8 ár, áðrenn koyrandi verður ígjøgnum tunnil til Dals. Tað sæst, nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.

Tunnilin til Dals er tann fyrsti tunnilin, sum ætlanin var, at tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi gera.

Landsverk hevur alla tíðina sagt, at skal tunlasjakkið arbeiða alt árið, skal játtanin á fíggjarlógini vera 20 milliónir. Fyri ta upphæddina kann tunlasjakkið bora 750 metrar av tunli um árið. Og tá ið Dalstunnilin er 2.200 metrar, fer tað sostatt at taka trý ár at bora hann, umframt eitt ár at gera vegir, og alt annað, liðugt, ella tilsamans fýra ár.

Verða 10 milliónir settar av, fer tað at taka dupult so leingi. Men á fíggjarætlanini fyri í ár, vórðu bara níggju milliónir settar av til endamálið, og nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fram, sæst, at tað verða framvegis bara níggju milliónir settar til Dalstunnilin næsta ár. Og sostatt er framvegis ikki útlit fyri koyrandi verður ikki ígjøgnum Dalstunnilin tey fyrstu 7-8 árini.

Annars var ætlanin, at tunlasjakkið hjá Landsverki skuldi gera tunnil til Tjørnuvíkar, til Gjáar, og til aðrar smærri bygdir og gjørt varð av, at Dalstunnilin skuldi vera tann fyrsti.