Seta kreppu og avbjóðingar undir lupp í Havn

Alheimskreppan, og hvussu komast kann burturúr henni, er høvuðsevnið á norðurlendskari ráðstevnu í Havn. NTR, sum er norðurlendski fakfelagsskapurin fyri starvsfólk í kommunalari tænastu, har eisini Starvsmannafelagið er limur, hevur hesaferð sína árligu ráðstevnu í Havn í døgunum frá 19. til 23. august. NTR umboðar 400.000 limir.

Høvuðsevnið á ráðstevnuni er alheims búskaparkreppan. Millum teir spurningar, sum luttakararnir, um hundrað í tali, fara at viðgera, eru hvussu kreppan ávirkar tað almenna, hvørjar avleiðingar kreppan hevur fyri fígging av vælferðini, fyri arbeiðsstøðuna og fyri fólk yvirhøvur.

Ein partur av ráðstevnuni verður um árin av veðurlagsbroytingunum. Høvuðsendamálið er at koma fram til hvørjar loysnir eru til at taka, og hvussu fakfelagsrørslan best kann viðvirka til at vit best og skjótast kunnu koma úr kreppuni. Á ráðstevnuni fara serfrøðingar á ymiskum økjum at hava fyrilestrar, eins og arbeitt verður í bólkum, sum fara at leggja fram teirra hugsan um loysnir.

Formansskapurin í NTR skiftir millum limalondini. Í ár er Súni Selfoss, næstformaður Starvsmannafelagsins, formaður fyri NTR, og fer hann at bjóða luttakarunum vælkomnum. Eftir hetta fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum eisini er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at seta ráðstevnuna.