Seta lív og heilsu í vanda hjá teimum, sum taka skrellið

Í dag stakk ein knívur upp úr einum ruskposa

Myndin er ikki serliga klár, men tað sæst, at hol er komið á posan og at ein knívur stingur upp úr holinum

Tey, sum ganga hús úr húsi eftir skrelliposum, bæði fyri IRF, og fyri brennistøðina í Havn, liva lívið farligt.

 

Skrelliposin er bara ætlaður til vanligt húsarhaldsskrell, men tað hendur seg meiri enn so, at ymsir hvassir lutir eisini eru í posarum.

 

Tað hendi aftur í morgin, tá ið tey vóru eftir skrelli í Havn. Í einum skrelliposa í Sámalsgøtu, var hol komið á ein posa, og upp úr holinum stakk ein knívur. 

 

Av tí sama varð posin ikki tikin og ruskmennirnir hava gjørt vart við, at fyribils taka teir ikki rusk aftur frá hasum ávísa bústaðinum.

 

Men hetta høvi brúkar Tórshavnar Býráð enn eina ferð til at heita á fólk á um ikki at koyra hvassar lutir, so sum knívar, og annað, í ruskposan.

 

Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi, tí ruskmennirnir kunnu fáa stórt mein av tílíkum, sigur Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi.

 

Myndin er ikki serliga klár, men tað sæst, at hol er komið á posan og at ein knívur stingur upp úr holinum