Seta sjøtul á annan triðingin

Í tveimum førum er talan um endurtøku av uppgerðum, sum vóru Kristi himmalferðardag

Seinnapartin verður farið undir annan triðing av landskappingini í fótbólti. Níggju umfør eru avgreidd, og harvið hava øll liðini spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum.

Í dag hittast tey, sum dystaðust innanhýsis í øðrum umfari. Í fýra dystum eru tey á útivølli, sum fyrru ferðina áttu heimavøll, og í einum føri eigur sama liðið heimavøll, sum eisini var á heimavølli seytjanda mars.

Suðringar vóru í Sørvági í øðrum umfari, og Suðringar eru aftur í dag á veg til Sørvágs.

 

Hetta umfarið er serligt á tann hátt, at í tveimum førum hittast somu liðini, sum fyri trimum døgum síðani – Kristi himmalferðardag – dystaðust í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Mikukvøldið spældu AB og EB/Streymur á Argjum. Tey hittast aftur á sama vølli ídag.

Hósdagin spældu B36 og Skála í Gundadali. Tey hittast aftur á sama vølli ídag.

 

Felags fyri KÍ og NSÍ, sum hittast í Klaksvík í dag, er, at tey ikki luttóku í fjórðingsfinalunum, tí tey taptu í fyrsta umfari í steypakappingini.

 

Í høvuðsstaðnum er avrátt millum feløgini, at tey ikki spæla um somu tíð, tá ið tvey teirra eiga heimavøll. Tí verður fyrsta bríksl í Gundadali ikki fyrrenn klokkan 17.15.

 

KÍ – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

Víkingur – HB: Lars Müller kl. 15.00

B36 – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.15

AB – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

07 Vestur – Suðringar: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Støðan undan 10. umfari

HB

9

7

1

1

18

6

22

B36

9

6

1

2

17

9

19

9

6

1

2

16

8

19

Víkingur

9

5

2

2

14

9

17

NSÍ

9

5

1

3

16

9

16

Skála

9

3

2

4

7

8

11

EB/Streymur

9

2

4

3

11

11

10

Suðringar

9

2

1

6

4

12

7

AB

9

1

2

6

5

17

5

07 Vestur

9

0

1

8

7

24

1