Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, vildi hava at vita, hvat hendir við setanini av aðalstjóra í vinnumálaráðnum.
Løgmaður vísti á, at bæði hann og landsstýrismaðurin við vinnumálum hildu, at neyðugt er við fleiri betri skikkaðum umsøkjarum.
Bárður Nielsen vísti á, at í tali eru umsóknirnar færri, men løgmaður segði, at hóast tað, sum kunnu fleiri betri skikkaðar umsóknir vera.
Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hildu, at tilgongdin er eitt sindur ófrættakend og hví heldur løgmaður ikki, at grundgevingin hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, at hann ikki vildi hava ávísan umsøkjara ikki er nóg góð.
-Hví sigur løgmaður, at ov fáar skikkaðar umsóknir vóru til starvið, spurdi Bill Justinussen.
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, fanst at, at løgmaður ikki brúkti somu grundgeving, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum.
-Tað er sannleikin og hann eigur løgmaður at halda seg til og ikki balla tað inn í nakað annað, segði hann.