Í nátt setti onkur eld á bilin hjá norska løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Waras.
Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 01:41, skrivar norska tíðindastovan NTB.
– Vit hava verið úti og gjørt tekniskar og taktiskar kanningar. Nú verður málið latið PST (norsku trygdarløgregluni), sum arbeiðir víðari við málinum, sigur Magne Olsvoll frá norsku løgregluni við NTB.
Tor Mikkel Wara er limur í Framburðsflokkinum, hvørs politiska dagsskrá fevnir um strangan innflytarapolitikk, betri eldraumsorgan, betri heilsuverk og lægri skattir og avgjøld.
Sambært NTB verður heimið hjá løgmálaráðharranum vart av løgregluni eftir hendingina.
Ikki minst tí, at tað fyrr hava verið settar hóttanir fram ímóti honum og tí, at onkur í desember málaði hagekross og orðið »rasist« á bæði bil og heim hansara.
Í februar varð eldfimur løgur funnin við bil hansara, og síðsta leygardag var eitt hóttanarbræv í postkassanum hjá honum.
Tor Mikkel Waras hevur áður sagt, at hóttanir ímóti honum eru álop á fólkaræðið.
– Eg má staðfesta, at vit eru komin hartil, at tað nú er vorðið ógvuliga ódámligt.
– Eitt er at fólk siga okkurt við ein politikara, sum ger sítt arbeiði, nakað heilt annað er at fara eftir famlijuni, segði hann í desember.
Løgreglan leggur sambært NTB dent á, at tey ikki halda, at talan er um veruliga hóttan, men at tey taka málið í størsta álvara.
/ritzau/