Sev kann aftur verða noytt at streymprísin

STREYMPRÍSIR Sev er í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum og ein avleiðing kann vera, at prísurin á streymi má hækkast aftur longu nú í summar

- Hetta er ómetaliga tórført.
So stutt tekur Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í Sev, saman um støðuna, nú felagsskapurn skal hava aðalfund fríggjadagin.
Oljan er nú so dýr, at fíggjarætlanin hjá Sev er sprongd í fillur og tí skulu stór tiltøk takast fyri at fáa javnvág í aftur.
Nevndarformaðurin sigur, sum oljuprísurin er nú, fara heilar 30 millónir at mangla í á fíggjarætlanini hjá Sev.
Hendan risaupphædin skal finnast onkusvegna og tað verður fremsta uppgávan hjá Sev hesar næstu vikurnar.

Fáar skrúvur
Sev hevur ikki so nógvar skrúvur at snara í hesum sambandi.
Antin má prísurin á streymi hækkast enn meiri, ella má Sev seta álvarsligar sparingar í verk.
Tað ber eisini til at læna peningin.
Men talan kann eisini verða um eina samanrenning av hesum trimum.
Undir øllum umstøðum skulu allar útbyggingarætlanir endurskoðast.
- Men tað er eitt tvíeggjað svørð, tí endamálið við teimum útbyggingum er nettupp at gera Sev leysari av oljuni, sum er høvuðsorsøkina til tórføru støðuna hjá felagsskapinum.
- Tað er sum at pissa í buks fyri at halda seg heitan.

Eykaaðalfundur
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann fer ikki at siga nakað um, hvat skal gerast.
- Á seinasta aðalfundi vóru vit fyri hørðum atfnningum fyri at hava hækka prísin og tí at vit ikki skuldu havt sett sparingar í verk.
Hann sigur, at tað hevur nevndini í Sev ein lærupeningi og tí fara tey at brúka aðalfundin til at kunna kommunurnar, sum eiga Sev, frá støðuni og, hvussu útlitini verða.
Ætlanin er so at kalla saman aftur til ein eyka aðalfund seinni í vár, har fíggjarliga støðan skal viðgerðast og har støða skal takast til, hvørji stig skulu takast.
- Vit hava lært tað, at eigarin skal hava høvi til at taka støðu til, hvørji stig skulu takast.
Páll á Reynatúgvu sigur, at leiðslan og nevndin hava sjálvandi sína áskoðan, hvørji stig eru neyðug at taka, men tað fær hann einki sagt um enn.
Annars sigur nevndarformaðurin, at Sev hevur gjørt sítt ítarsta fyri at seta sparingar í verk á stovninum.
Men hann staðfestir, at møguleikarnir at spara í rakstrinum eru avmarkaðar, tí nevnd og leiðsla í Sev vilja ikki seta veitingartrygdina í vanda.
- Seta vit tiltøk í verk, sum fara at føra fleiri streymslit við sær rakar tað vinnulív og samfelag hart og vit hava sett okkum fyri, at tað skal ikki henda.
- Nevndin og leiðsla eru samd um, at veitingartrygdin skal ikki skerjast, tí tað verður ein missur fyri samfelagið og tað duga vit ikki at síggja nakra meining í, leggur Páll á Reynatúgvu afturat.

20 oyru
- Ein fyritøka kann ikki fíggja sín rakstur við at taka lán.
Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í Sev.
- Tað er sum at pissa í buks fyri at halda hitanum, leggur hann afturat.
Nevnd, leiðsla og kommunurnar, sum eiga Sev, skulu taka heilt alvorligar avgerðir í næstum.
Sum støðan er nú, fara einar 30 milliónir at mangla í á oljukontuni hjá Sev. Frammanundan hevur Sev lagt eina fíggjarætlan, sum hevur eitt hall upp á 32 milliónir.
So verður einki gjørt, verður hallið hjá felagsskapinum 62 milliónir í ár.
- Tað skal gjaldast so ella so, sigur Páll á Reynatúgvu.
Í hesum sambandi er stórur vandi fyri, at ein partur av loysnini verður, at prísurin á streymi verður hækkaður aftur longu í summar.
Páll á Reynatúgvu vil ikki siga, hvat nevnd og leiðsla í Sev fara at mæla til.
Men Hákun Djurhus, stjóri í Sev, segði herfyri við Sosialin, at
Hvørja ferð prísurin á streymi hækkar 10 oyru fyri hvørt kilowatt, gevur tað Sev 27 milliónir í kassan.s
Men ein príshækking kann ikki verða sett í gildið fyrrenn árið er hálvrunnið og skal alt tað óvæntaða hallið upp á 30 milliónir, sum oljuprísurin hevur elvt til, takast inn aftur við hægri streymprísi, skal talan sostatt verða um eina príshækking upp heili á 20 oyru fyri hvørt kilowatt, umframt mvg, ella 25 oyru tilsamans.
- Tað veldst alt um, hvat eigararnir, sum eru kommunurnar, siga, men tað veldst eisini um, hvat fíggingarstovnarnar siga, ásannar Hákun Djurhuus.
Hækkar prísurin 25 oyru fyri hvørt kilowatt, fer tað at geva hvørjum húsarhaldi eina eykarokning upp á 1000 krónur um árið.
Hendan príshækkingin kemur so oman á hækkingini upp á 18,75 oyru fyri hvørt kilowatt, sum prísurin hækkaði á nýggjárinum.

SEVer einsamalt við ábyrdini
Ein spurningur, sum tekur seg upp í hesum sambandi, er um Sev skal taka lán til at fíggja hallið í ár við.
Páll á Reynatúgvu staðfestir, at tekur Sev lán, verður tað felagsskapurin sjálvur, sum skal hefta fyri tað.
Fyrr veðhildu bæði kommunurnar og landið fyri lánum, sum Sev tók, men tað gera tey ikki longur.
Nevndarformaðurin í Sev hevur onga almenna hugsan um hesi viðurskifti.
Men hann staðfestir, at høvdu kommunurnar, og kanska landið, veðhildið fyri einum láni til Sev, høvdu rentur og lánitreytir verðið munandi lagaligari, enn tey verða, skal Sev sjálvt standa við ábyrgdini.