SEV og BP í samstarv um vindorku

Orkufelagið SEV og bretska oljufelagið BP hava gjørt avtalu um at kanna møguleikan fyri at samskipa vindorku við verandi vatnorkuverkið hjá SEV í Vestmanna. Serstakliga er hugsað um Mýruverkið, har hæddarmunurin millum brunnarnar er umleið 240 metrar. Málið er m.a. at kanna orku- og fíggjarligu úrslitini av eini skipan, har vindmyllur framleiða streym til pumpur, ið pumpa vatn úr tí niðara brunninum upp í tann ovara.

Orka


Hetta upplýsa feløgini í skrivi.

Í skrivinum verður víst á, at áhugin fyri øðrum orkukeldum enn termiskari orku er støðugt vaksandi um allan heim. Hetta ikki minst orsakað av tí vaksandi ansinum fyri teimum árinum, ið dálking er mett at hava á verðurlag og umhvørvi. Ein av teimum alternativu orkukeldum, ið hevur stóran áhuga, er vindorka. Tey framstig, ið seinastu árini eru gjørd innan hesa orkukeldu, hava vakt stóran ans. Langt er tó enn á mál, áðrenn vindorka verður ein týðandi og álítandi partur av orkutilfeinginum.

Sum liður í kanningunum av vindmyllumøguleikunum í Føroyum setti SEV eina vindmyllu upp í Neshaga í 1993. Tað er ein 150 kW mylla, sum stendur í 130 metra hædd. Øll framleiðsalan frá vindmylluni verður latin inn á 20 kV netið hjá SEV.

SEV og BP siga víðari í tíðindaskrivinum, at bretska ráðgevingarfelagið Garrad Hassan, sum eru serfrøðingar í vindorku, verður knýtt at omanfyri nevndu kanningini, sum annars byggir á vitanina og royndirnar hjá SEV frá bygging og rakstri av orkuverkum í Føroyum.

SEV sær tað sum ein áhugaverdan part av kanningini at fáa betri fatan av møguleikunum og útreiðslunum av eini tílíkari orkuskipan, umframt eisini at fáa størri vitan um vindorkuframleiðslu frá serfrøðingum, ið hava altjóða royndir á hesum øki.

Ætlanin er, at kanningin skal verða liðug í januar 2003. Eru fortreytirnar tá til staðar, fer SEV at umhugsa íløgur í eina tílíka skipan til frama fyri føroyska el-brúkaran.

Oljumálaráðið hevur játtað, at peningur av teirri upphædd, ið BP játtaði til førleikamenning í sambandi við fyrsta loyvisumfar, kann nýtast til hesa verkætlan verður sagt.

BP Exploration er sera fegið um at fáa høvið til at nýta pening til eina so áhugaverda kanning. Vindorkuserfrøðingar hjá BP luttaka eisini í verkætlanararbeiðinum.