Seyðin burtur frá vegnum

Tað er ikki bara í Føroyum, at seyðurin hevur hug at leggjast fram við vegnum. Nógvastaðni í Noregi er myndin tann sama, men í hvussu er ein bóndi hevur sett sær fyri at loysa tann trupulleikan.

Alf Moe Carstens, sum er bóndi á Tromsø-leiðini, sigur við blaðið Nordlys, at hvør einasti seyður, sum heldur til við vegin ella niðri í fjøruni, verður tikin. Hann viðgongur, at tað er ikki lætt at venja seyðin at halda seg burtur frá vegunum, tí hevur eitt lamb verið har saman við mammuni, fer tað aftur hagar seinni. Kortini hevur hann valt at halda fast við avgerðina um at drepa tað, sum fer oman til vegin.

-So seyðurin hevur einki í at velja. Fer hann tríggjar ferðir oman til vegin, verður hann tikin og sendur beinleiðis í sláturhúsið, sigur Alf Moe Carstens.