Løgreglan hevur fingið tríggjar fráboðanir, nú rættiliga nógvur vindur og regn brast á seinnapartin. Tvær av fráboðanunum eru úr Havn, meðan ein er úr Kollafirði.
Í Kollafirði fekk løgreglan boð um, at nakrir seyðir vóru komnir í óføri, tí vatnstøðan hækkaði brádliga.
- Innan oyrina í Kollafirði kemur nógv vatn, tá tað regnar illani og ættin er ein ávís. Í dag var ein tílíkur dagur, og vóru tað nakrir seyðir, ið stóðu á turrum, men vatn var allan vegin rundanum teir. So eigarin fekk boð um, at fara og hjálpa teimum upp aftur á turt, sigur vakthavandi.
Harumframt fekk løgreglan boð um, at ein tekja var um at loysna á einum nýbygningi í Havn, og blivu boð tí send eftir arbeiðstakaranum, ið tryggjað tekjuna.
Og sum nærum er siðvenja í illveðrið, so fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ein trampolin var farin á flog í Vesturbýnum í Havn, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Seyður mátti hjálpast upp á turt

