Heine Lützen er kendur sum stinnur sangari og góður tulkari av nýggjum sum gomlum gospelsangum og sálmum.
Røddin er sterk og eyðkend, og hann dugir at leggja kenslur og úttrykk í framførslurnar – bæði tá ið hann syngur inn, og tá ið hann spælir konsertir.
Heine Lützen hevur framført nakrar ferðir áður á Summar Festivalinum – bæði sum solistur og saman við bólkum, eitt nú við Samsint.
Nú er tíðin komin, at Heine Lützen kemur aftur á Summar Festivalin at hava konsert sum solistur.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.
##med2##











