Sharon lovar at skunda undir álopini

Fleiri hundrað palestinar eru deyðir í bardøgunum seinastu dagarnar. Fleiri ísraelskir hermenn eru eisini falnir.

Higartil hevur ísraelska stjórnin sýtt fyri at slaka fyri amerikanska kravinum um, at stjórnin skal taka herin úr teimum hersettu palestinsku býunum alt fyri eitt. Leygardagin endurtók George W. Bush, forseti kravið um ísraelska afturtøku, og sama kvøld tosaði hann í telefonini við ísraelska forsætisráðharran, Ariel Sharon.
Talsmaðurin hjá Bush segði sunnudagin, at forsetin hevði endurtikið amerikanska kravið um, at Ísrael skal taka seg aftur alt fyri eitt, so tær diplomatisku royndirnar at fáa frið í lag kunnu takast uppaftur.
Sambært talsmanninum hevði Sharon ikki givið lyfti um, at hann fer at geva herinum boð um at taka seg aftur úr teimum palestinsku býunum, sum Ísrael hersetti fyri skjótt fjúrtan døgum síðani.
Ein talsmaður hjá Sharon segði í gjár, at Ísrael fer at skunda undir hernaðarátakið. Talsmaðurin legði afturat, at ísraelska stjórnin skilir amerikansku áskoðanina, men at herurin verður ikki tikin aftur, fyrr enn hann er liðugur við arbeiði sítt.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, kemur til Miðeysturs fríggjadagin. Eygleiðarar halda, at Ísrael bíðar við afturtøkuni, til amerikanski uttanríkisráðharrin kemur.
Nógvir falnir
Ísraelskar keldur upplýstu í gjár, at einir 200 palestinar eru falnir í samanbrestum, síðani herurin tók seg inn í býirnar á Vestara Áarbakka. Palestinar siga harafturímóti, at talið á falnum er nógv størri. Samnbært palestinskum talsmonnum kravdu bardagarnir sunnudagin 30 mannalív í býnum Nablus.
Ísraelska herleiðslan segði sunnudagin, at ellivu ísraelskir hermenn eru falnir í bardøgum við vápnaðar palestinar, og á einum fundi í stjórnini bað Sharon ráðharrarnar um tøgn eina løtu til heiðurs fyri teir falnu hermenninar.
Keldur í Miðeystri siga, at ísraelski herurin hevur møtt harðari mótstøðu nógvastaðni. M. a. verður sagt, at herurin hevur ikki megnað at taka seg inn í miðbýin í Nablus, tí palestinar gera harða mótstøðu har.