- Oljufyrisitingin hevur verið sera fegin um samstarvið við Shell farnu 5 árini, og vit harmast um, at hetta dugnaliga felagið hevur tikið avgerð um ikki at verða við í 1. útbjóðingarumfari. Skuldi Shell seinni fingið áhuga fyri okkara øki, bjóða vit teimum vælkomnum. Somuleiðis hevur Shell lagt eitt stórt arbeiði í GEM-samtakið, sigur, Herálvur Joensen, stjóri á Oljumálastýrinum í eini viðmerking til avgerðina hjá Shell, ikki at verða við í oljuleiting við Føroyar.
Hann vísir á, at lækkingin í oljuprísunum seinasta ár gav oljufeløgum minni tøkan pening og feløgini hava tí verið noydd at raðfesta økini, sum tey velja at gera íløgur í. Tað er eitt eyðkenni fyri altjóða oljuídnaðin í dag, at flestu feløgini hava fleiri íløgumøguleikar enn tey hava pengar til, og tí hevur tað allatíðina verið møguleiki fyri, at okkurt felag fór at velja Føroyar frá, tí føroyska økið er, hóast jarðfrøðiliga áhugavert og prospektivt, ógvuliga krevjandi.
- Hinvegin gleðir tað okkum, sigur Herálvur Joensen víðari, at BP Amoco, samstarvsfelagin hjá Shell, saman við meginpartinum av oljuídnaðinum, metir økið áhugavert. BP Amoco er fyristøðufelag á Foinaven og Schinhallion leiðunum og hevur gott innlit í jarðfrøðina á markinum móti Føroyum. Teirra meting tykist vera, at um treytirnar eru rættar, kunnu teir við lærupeninginum frá leiðunum vestan fyri Hetland vera við til at menna oljuvinnu á føroyskum øki.
Stjórin í Oljumálastýrinum sigur víðari, at teir hesar seinastu 2 mánaðirnar hava tosað við umboð fyri øll oljufeløgini, sum vísa føroyska økinum áhuga.
- Sum heild er áhugin stórur og vit vænta fitt av umsóknum, tá útbjóðingarumfarið verður í vetur. Kortini eiga vit at minnast til, at treytirnar, sum vit seta oljufeløgum, mugu verða í samstarvi við vánirnar fyri at finna olju og geva feløgunum ein vinning, sum stendur í mát við tann váðan, sum feløgini taka, tá tey leggja hundraðtals milliónir í leitingina, sigur Herálvur Joensen í viðmerking til Sosialin.