Í kvøld, føstulávintsmánakvøld, verður grýludansur í Vági.
Í mong ár hevur hetta verið siðvenja, tó at okkurt ár er dottið burtur ímillum seinnu árini.
Men enn verður roynt at halda lív í hesi siðvenjuni vð at hava grýludans í Vági føstulávintsmánakvøld.
Vanlia verður vakrasta grýla kosin, og møguliga onkur onnur eisini, og soleiðis verður eisini í kvøld, boða fyrireikararnir Í VB frá.
Eisini sleppa grýluklødd bíligari innar, enn tey, ið ikki hava latið seg í grýluklæði.
Tað verður Hjalmar Magnussen band, ið fer á pall í Vági í kvøld.