Siðloysi í samkomuni

Richard Danielsen
------

Í seinastuni hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um siðloysi. Hesaferð serliga um barnalokkarar. Ein bók er komin út um hetta evnið, sum sigur frá hesum óhugnaliga, ið skal vera farið fram í einari samkomu av trúgvandi í bygd í Føroyum. Tað er altíð álvarsligt, tá ið siðloysi og tílíkt sum hetta fer fram, men tá tað hendir í einari samkomu av trúgvandi, er tað bara so mikið álvalsligari. Hetta er tó ikki nakað nýtt, hetta tók seg upp í samkomun av trúgvandi longu á døgum ápostlana. Orðið barnalokkarar finna vit ikki í skriftini, men Pætur skrivar í 2. brævi sínum um lokkarar. Hann sigur um hesi, at eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd, tey lokka ófestar sálir. Bæði Pætur ápostul og Judas skriva og ávara um siðloysi av grovasta slag.
Sum eg byrjaði við, orðið barnalokkarar finna vit ikki í bíbliuni, men her verður sagt, at hesi lokka ófestar sálir, annars sigur Bíblian okkum um bæði homosexualitet og ávarar um at hava við kríatúr at gera. Hetta eru syndir, sum hava verið drivnar upp ígjøgnum øldirnar, men gudsbørn eiga at halda seg langt burtur frá slíkum. Um tú, sum lesur ert ein, sum stendur í einari samkomu av trúgvandi og samstundis fæst við slíkt, so kanna teg fyri ásjón Guds og spyr teg sjálvan: Eri eg endurføddur, havi eg lært Harran at kenna, sum mín frelsara, havi eg tikið ímóti honum í trúgv. Eitt er sikkurt, ein sum er frelstur eigur ikki at liva á henda hátt. Her er eitt ella annað alvorligt galið. Paulus ápostul tekur eisini hetta evnið upp í fyrra brævi sínum til Korint 5. Kap. og sigur, at slík skulu koyrast úr samkomuni:
Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar - at ein livir saman við konu faðirs síns. - Og tit eru uppblástir, í staðin fyri at tit skuldu syrgt, so tann, ið hesa gerð hevur gjørt, kundi verðið koyrdur út frá tykkum! V. 1-2.
Eg skrivaði til tykkara í brævi mínum, at tit skulu ikki umgangast siðloysingar. Hetta meinti eg ikki við siðloysingar yvirhøvur í hesum heimi ella hini havisjúku og ránsmenn og avgudadýrkarar - so máttu tit jú farið út úr heiminum! Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum. Hvat kemur mær við at døma tey, sum uttanfyri eru! Døma tit ikki tey, sum innanfyri eru? Hini uttanfyri skal Gud døma. Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum! Versini 9-13. Les allan kapitulin!
Eitt er vert at ansa eftir í hesum brotinum, og tað er, at millum hesar sokallaðu grovu syndir stendur eisini baktalari nevndur, tað er nakað, sum vit eisini øll eiga at hava í huga, sum kalla okkum børn Guds, at vit, sum tala ímóti grovum syndum kanska ofta gera okkum sek í hesi syndini, lat okkum ansa okkum fyri øllum baktali.