2. partur
Nú leygardagin verður minnisvarðin avdúkaður fyri teir svínoyingar, sum eru deyðir av vanlukkum á sjógvi og á landi. Hetta er seinni partur av hugleiðingum um fólk og lív í Svínoy. Í fyrra partinum bleiv greitt frá Mallu Jacobsen, sum livdi alla seinastu øld, og sum er ein rættilig ímynd av liviumstøðurnar í hennara tíð.
Eitt dømi er, tá ið hon sum ung skuldi fara úr Svínoy til Havnar við einum ullasekki. Fyrst varð hon førd við báti yvir á Depil á Borðoynni. Hagani var gingið yvir fjøll til Klaksvíkar, har tað varð gist. Dagin eftir var farið við báti til Gøtu, har eisini mátti gistast, til fartur var til Havnar. Dagin eftir var farið til gongu yvir á Skipanes, hagani mjólkarbáturin fór til Havnar. Í dag kann sami túrur gerast uppá 15 minuttir við tyrlu!
Tað at vera fiskimannakona og ikki minst á eini útoyggj hevur kravt sín “mann”. Konan skuldi jú skipa fyri stórt sæð øllum.
Og Malla var ótrúliga røsk. Tá ið hon var um tey 100 árini bakaði hon framvegis breyð, og tey vóru knoðað á gamla hátt. Boksin var altíð full av breyði, tí fall hon frá, skuldu “dreingirnir” ikki hava breyðmangul fyrstu dagarnar!
Malla varð í Svínoy meginpartin av lívinum. Men kortini upplivdi hon nakað sum fáur annar. Hon hevði verið umborð á einum kavbáti! Tá ið systkinabarnið, Páll Róland, varð føddur í 1924, stóð so illa til, at neyðugt varð at senda boð eftir lækna. Men hesin var staddur í Havn, sum tá hevði kavbátavitjan. Besti møguleiki at fara til Svínoyar var við hesum kavbáti, har Malla saman við øðrum slapp at vitja umborð.
Nýggj vinna í oynni
Í Svínoy hava eisini verið royndir at menna oynna vinnuliga. Malla og Edvard fingu fýra synir, sum allir hava verið raskir sjó- og fiskimenn eins og pápin.
Sonurin, Bjarni, stóð fyri tí vinnuliga virkseminum í oynni við smoltstøðini, sum gav vinnuligu arbeiðsplássini, so leingi hon var virkin.
Smoltstøðin mátti gevast við laksinum, men nú er tað sonurin, Sjúrður, sum á gomlu alistøðini er í ferð við at byrja aling av rognkelsum, sum skulu vera við til at basa laksalúsum,. Hetta er ein rættilig nýhugsan, sum mong fylgja við áhuga.
Kom at skjóta seg sjálvan
Ein syrgilig frásøgn í bókini „Minniligar hendingar“ var henda: Í 1928 hendi ein vanlukka umborð á John Bull, har Símun Poulsen, seinni kendur frá Polo, var skipari. Teir vóru á Eysturlandinum og royndu á Nesgrunninum. Símun spurdi fyrra bestamannin, Jóan Símun í Fugloy, um teir kundu fara at skjóta ritur til agn í lýsingini. Jóan Símun rópti Hans Marius, beiggja skiparan, um at koma við sær. Hans Marius visti ikki, at byrsan var lødd. Tá hann skuldi rætta Jóan Símuni hana, gekk skotið av og rakti Hans Marius so meint, at hann doyði.
John Bull sigldi inn á Seyðisfjørðin, lækni kom umborð og staðfesti, at maðurin var deyður. So varð fjarritað til reiðaran, Kjølbro, at spyrja, um teir skuldu koma heim við líkinum. Teir fingu alt fyri eitt svar, at tað kundu teir.
Annars var tað mest vanligt, at menn í hesi støðu vórði jarðaðir í Íslandi.
Hesin tilburður tók Símuni so dygt, at hann fór ikki við, tá ið farið varð avstað aftur at gera túrin lidnan.
Hans Marius hevði ikki ætlað sær at fara við henda túrin, men Símun hevði yvirtalað hann.
Ernestina
Svínoy varð eisini rakt av vanlukkuni við Ernustinu í 1930. Hetta var, tá ið teir sigldu á eitt sker á Suðulandinum eitt illveðurskvøld. Manningin bjargaði sær í fyrsta umfari við at fara upp í rigningin. Men tá ið tað lýsti morgunin eftir, vóru átta av manningini farnir á sjógv og druknaðir. Tummas Thomassen í Svínoy var ein teirra. Tá er tað, at Ziska Jacobsen gjørdi tað bragd, at hann svam í land við eini línu og hetta bjargaði restini av manningini. Sonur Tummas, Kaj, var ein teirra sum varð bjargaður. Ein maður doyði kortini eftir at vera komin í land.
Ein beiggi Ziska, Jákup, búsettist í Svínoy. Tað kann lesast meira um hesa hending í bókini “Havið tók teir”. Bókin kann eisini lesast á heimasíðuni:
Druknaðu á veg heim av samfelagsmøti
Ein heilt serlig vanlukka rakti Svínoy í 1937. Tveir svínoyingar, Jóannes á Váli og Tummas Jacobsen, høvdu verið í Havn á samfelagsmøtum hjá Brøðrasamkomuni. Á seinasta møtinum sunnukvøldið hevði Jóannes talað og hevði m.a. sagt: “Eitt er vist, at á næstu samfelagsmøtum verða ikki øll, ið eru stødd her, á lívi!” Tá kundi Jóannes ikki vita, at hann skuldi vera millum teir fyrstu.
Mikudagin aftan á, tann 1. desember, fara teir báðir aftur til Svínoyar við Britons Pride. Tá hendi eitt óhapp, og teir báðir druknaði saman við tveimum øðrum. Hetta var sjálvandi ein øgiligur hvøkkur fyri øll og ikki minst fyri samkomuna.
Eisini bjargingarbrøgd
Ein hjún, sum vit blivu sera væl við í Svínoy, vóru Solveig og Poul Meyer Olsen. Tað hava verið nógvar hugnaligar løtur í teirra heimi.
Søgan hjá Poul Meyer var eisini søgan um nøkur serstøk bjargingarbrøgd, sum ikki eiga at vera gloymd.
Hjalmar Hátún var lærari í Svínoy frá 1924 til 1938. Hann legði dent á at læra børnini at svimja. Tí var ein svimjihylur gjørdur nærindis bygdini.
Hetta kom rættiliga Hjalmari til góða ein dagin í 1935, tá ið Ásbjørg, dóttir hansara. fór á bláman niðri í fjøruni. Hóast hon bara var trý ára gomul, mintist hon hendan dagin so sera væl. Hon mintist, at meðan hon lá á sjónum, fóru svínoyingar at draga bát. Men tá ið báturin var drigin, vóru ongar árar, so farast mátti niðan í bygdina eftir árum. Hetta tók sjálvsagt drúgva tíð, sum kundi gerast avgerandi fyri møguleikanum at bjarga gentuni. Men tá kom tann 17 ára gamli Poul Meyer leypandi. Hann var longu av bestu svimjarum, og hjá honum var einki at bíða við. Hann legði á bláman og svam út til Ásbjørg og fekk hana til lands. Tá var hon illa stødd, og bæði minnast, hvussu hon tók fast um hálsin á Poul Meyer, so hann mundi mist ondina.
Ásbjørg greiddi frá, at tá hon er á veg niðan í lærarahúsini, kom pápin stórleypandi í berum undirbuksum. Hetta helt Ásbjørg vera sera flovisligt, og hon spurdi pápan, hví hann ikki var ílatin: “Ja, men eg komi jú at bjarga tær!” Tá hevur pápin sæð tilburðin frá lærarahúsunum, sum eru ovarlaga í bygdini, og hann er lopin avstað, sum hann stóð.
Árið eftir fekk Poul Meyer Carnegie heiðurslønina fyri sítt bragd. Eisini fekk hann 300 krónur í heiðursgávu, sum tá var ein hálv ársløn hjá fiskimanni.
Tað er ikki so løgið at hendan hending gav eitt inniligt samband millum tey bæði, og merktist hetta tann dagin, tey hittust í 100 ára føðingardegnum hjá Mallu í 2002.
Her skal eisini vera greitt frá einum øðrum bjargingarbragdi hjá Poul Meyer. Tað var undir krígnum, at svínoyingar varnaðust eina gummiballu uttanfyri lendingina. Hetta var tilfar, sum kundi nýtast til at gera gummiskógvar burturúr, og hesum var stórur tørvur á tá á døgum.
Teir flotaðu bát, men tá báturin verður leysur, verður ein maður fastur og fer á bláman. Hann fer undir, og Poul Meyer hugsaði, at her mátti okkurt gerast, og hann greiddi frá: “Eg meddaði eftir, hvar hann mundi vera. So krøkti eg føturnar fastar í bekkin, og so rendi eg høvdið niður í sjógvin.” Poul Meyer var av størstu monnum, so hann rakk rættiliga langt niður. So heppið var tað, at hann kom beint á mannin, og fekk hann hálaðan upp, so hann fekk tikið fast í bátin. Tá var neyðugt at rógva út frá landi og so taka mannin inn. Pól helt, at her mátti ein hægri makt hava verið uppi í. Men dirvið og skil hjá Poul Meyer mundi eisini hava átt sín part.
Jóan Jakku sá jólaskipið fara
Ein kendur svínoyingur í Havn var Jóan Jakku Mortensen. Vit hittust eisini onkuntíð í Svínoy. Hann greiddi eina ferð frá, at hann var millum teirra, sum sá jólaskipið fara í Fugloyarfirði í desember 1941. Teir stóðu nógvir menn á Svínoyareiði og eygleiddu skipið í tess deyðskampi. Einaferð kemur eitt grovt æl, og tá ið tað klárnaði í aftur, var skipið horvið. Jóan Jakku fór saman við øðrum heim í bygdina. Har hoyra teir, at tað er frætt í telefonini av Kirkju, at ein flaki við nøkrum av manningini var á veg móti Svínoyareiði. So avstað aftur, men flakin koppaði og menninir druknaðu, uttan tað bar til at hjálpa teimum. Tvey lík skolaðu uppá land í Svínoy. Henda vanlukkan kostaði 25-30 monnum lívið.
Jóan Jakku sigldi eisini vandasjógv undir krígnum. Í 1944 fór hann til Íslands at rógva út frá Norðfjørðinum. Hann fór yvir við "Royndini Fríðu". Siglt var skjótt og hildið var, at betri var at sigla skjótt fyri at sleppa undan minum. Jóan Jakku dámdi sera væl í Íslandi. Hann kom heim við "Mjóvanes", sum hevði fiskað sild í Íslandi. Tað var so nógv fólk umborð, at fleiri máttu sova í lastini. Teir komu eisini at merkja, at teir sigldu vandasjógv. Eina ferð sprakk eina mina undan skipssíðuni, meðan teir sigldu. Hevði hon brostið, kundi hetta blivið størsta vanlukka undir krígnum, tí 30-40 mans vóru umborð.
Bóru boð í bý
Svínoy eigur eisini søgu um, hvussu menn á undursama hátt bóru boð í bý. Hetta var tá ið Fuglberg eins væl kundi gingið burtur í 1946. FF-blaðið kundi í 2004 bera hesa frásøgn hjá Poul Jacobsen í Svínoy. Skipari var Poul Justinussen, eisini kendur svínoyingur.
Á ferðini heim til Føroyar fingu teir eitt slíkt brot, at skipið snøgt sagt bóltaði rút. Alt var í sori, og teir róku fyri vág og vind í fleiri dagar uttan mat og vatn. Men at enda fingu teir samband við onnur skip og vórðu bjargaðir. Hetta er ein kend hending í okkara skipasøgu.
Poul var góður frásøgumaður, og hann var eisini ein av keldunum til bókina um Kjølbro, sum kom út í 2015.
Handlar í Svínoy
Í bókini um Kjølbro er frásøgn um handlar í Svínoy.
Ole Hans Hans-Petersen, Óla Hans í Garði (1872-1938) og Kjølbro høvdu starvast í Klaksvíkshandilinum. Stutt eftir at Kjølbro fekk egið handilsvirki, fór Óla Hans í Garði at handla fyri Kjølbro í Svínoy.
Svínoy lá væl fyri til útróður, tí har kundi rógvast út bæði av eiðinum og
víkini. Óla Hans tók móti fiski. Hann flakti, saltaði og turkaði hann, og bátur kom frá Kjølbro eftir fiskinum og hevði handilsvøru við. Tað var á einari slíkari ferð, at báturin Carl Juul fór á land og sakk undir Borðoyarnesi í 1927 við fullari last av klippfiski.
Tey turkaðu eisini skipsfisk í Svínoy. Polo landaði í fleiri ár saltfisk úti í Svínoy. Tað gjørdu skipini Haraldur og Polarstjørnan eisini. Fiskurin varð førdur í land við lossijaktum. Øll fjøran kundi vera avbreidd við fiski. Tað var ikki bara Kjølbro, sum kom við fiski. Fjøran var tí býtt millum tey, sum áttu fiskin. Konufólkini vaskaðu fiskin í hyljum niðri í fjøruni, sum var tað vanliga tá. Óla Hans stóð fyri arbeiðinum. Tá ið fiskurin var liðugt virkaður, komu motorbátar úr Klaksvík eftir honum.
Familjurnar Gaard og Kjølbro komu at kennast væl. Elsti sonurin, Jóhannes Gaard, ið blaðungur fór til Havnar í realskúla, búði altíð hjá Kjølbro á ferð til og úr Havn. Julius Gaard og Óli Gaard, sum báðir gjørdust skipsmenn, vóru mestsum húsfólk hjá Kjølbro og seinni hjá soninum Poul Nolsøe. Dóttirin, Ebba, kom at tæna í húsinum hjá Kjølbro og fór seinni oman í handilin á Biskupsstøð, til hon giftist í 1934.
Heilir tríggir handlar vóru tá í Svínoy, sum tóku fisk: Óla Hans í Garði,
Jógvan Justinussen, uppi í Húsi og Mikkjal Olsen úti á Bø. Hesir seinni høvdu handilssamband ávíkavist við O.F. Joensen og J.C. Isaksen. Teir vóru allir í 1919 við at stovna Norðoya Sparikassa, sum kom at hava so sera stóran týdning fyri allar Norðoyggjar.
Vónandi kunnu hesir søgustubbar hava áhuga upp undir henda stóra dagin í Svínoy leygardagin.
Komandi partur
Í komandi parti hava vit fjórða og seinasta part av frásøgnini hjá John Eliassen.
Myndir
1.
Jóannes doyði tríggjar dagar eftir, at hann hevði sagt á samfelagsmøtum í Havn, at um eitt ár eru fleiri okkara farin foldum frá.
2.
Far inn á
FF-blaðið nr. 274, síða 10, ovara myndin v.m.
Tekstur:
Ásbjørg hittir í 2002 sín bjargingarmann, Poul Meyer.
3.
Jukim Olsen var ein sera kendur svínoyingur. Her fær hann eitt prát við enska ortodoksa jødan David, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, og í Svínoy, aftur.
4.
Jóan Jakku og Annilena. Jóan Jakku sá í 1941 jólaskipið berjast fyri lívinum.
5.
Poul Jacobsen var við Fuglberg minniligu ferðina, tá ið nógv stóð á.
6.
Másin sum umframt alt annað eisini flutti olju í tunnum til Svínoyar.