Tað gongur skjótt í Betrideildini hjá monnum. Í kvøld verður longu farið í gongd við 8. umfar í kappingini.
Tveir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í kvøld. Klokkan 18 tekur AB móti EB/Streymi úti í Vika á Argjum, og klokkan 19 tekur B36 móti NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá báðum dystunum.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.