Tað verður arbeitt á fleiri bógvum

Róðrarfelagið Tindur er frammarlaga í ódnartøkum og inniróðri, og í summar luttekur felagið við færri manningum enn í fjør, tí fleiri eru burturi í skúla

Tað er nógv lív í kappróðrarfelagnum í Eysturkommunu. Róðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, og síðani hevur tað støðugt verið virksemi og økt virksemi í felagnum.

 

Eitt er sjálvur kappróðurin, sum felagið síðani stovnanina hevur luttikið í, og so er tað innandurarógvingin. Felagið eigur fleiri røðarar, sum hava kappast í kappingum bæði heima á landi og uttanlands, og felagið hevur eisini verið vertur fyri kappingum.

 

Kappróðrarfelagið í Eysturkommunu, sum fevnir um Gøturnar og Leirvík, er ikki vertur fyri FM kappingum. Tað forðar tó ikki fyri, at felagið bjóðar seg fram at vera vertur fyri kappróðri. Umframt í skúlanum við Gøtugjógv at vera vertur fyri inniróðri, so hevur felagið fleiri ferðir verið vertur fyri ódnartøkum. Síðsta ferðin var leygardagin 17. mai, tá ið veðrið var av tí fagrasta, og luttøkan var stór – bæði í luttøkutali í sjálvum róðrinum og í tali av áskoðarum.

 

Fyri stuttum var nýggja neystið í Norðragøtu reist, og í næstu viku verður tað liðugt at inniloka. Tá fara bátarnir, ið hava staðið í bingjum og øðrum fyribils loysnum, at vera fluttir í kjallaran, sum er liðugur. Næsta takið verður í summar at klaga neystið. Nær tað verður heilt liðugt valdast um, hvussu tað verður við fíggingini. Býráðið í Eysturkommunu hevur higartil játtað tað, sum skal til fyri at fáa neystið innilokað, og tá ið býráðið hevur játtað tað, sum skal til fyri at gera neystið liðugt, so vera tað bara nakrir mánaðir, inntil tað verður liðugt.

 

Í fjør vunnu fleiri av manningunum hjá Tindi heiðursmerki í FM kappingini. Fremst vóru 8-mannafarið Gøtu Tróndur og 6-mannafarið Tindur við MA manning, sum vunnu silvur. Higartil hevur felagið vunnið eitt FM heiti. Tað var í 2023, tá ið Geytin 5-mannafør dreingir 14-16 ár vunnu FM.

 

Hvussu tað verður í ár, fer tíðin at vísa. Tað er tó greitt, at felagið ikki fer at luttaka við so nógvum manningum í ár, sum tað vóru í fjør. Tá vóru níggju manningar, sum var óvanliga nógv. Í ár eru fimm manningar meldaðar til, og tað verður hildið at vera hóskandi fyri felag av hesi støddini.

 

Orsøkin til, at felagið í ár ikki hevur mannað so nógvar bátar, sum tað mannaði í fjør, er, at fleiri av dreingjunum eru burturi í skúlaørindum. Nakrir eru á skúla í Suðuroy, og aðrir eru á tekniskum skúla í Danmark.

 

Serligur spenningur er um, hvussu tað fer at hilnast hjá 8-mannafarinum Gøtu Tróndi, ið er mannaður við manning, ið hevur nógvar royndir. Tað hevur verið tosað um at smíða 10-mannafar til felagið. Ætlanirnar eru ikki sleptar. Tað varð sagt, at hetta verður aktuelt, tá ið neystið er liðugt og umstøðurnar væl betri, enn tær higartil hava verið, og nú fæst at síggja, hvussu tað verður, tá ið neystið verður liðugt – kanska seinni í ár.

 

Bláni

 

Dreingir barnamanning

 

Geytin

 

5-mannafør gentur 14-16 ár

 

Leikalind

 

5-mannafør kvinnur

 

Sjóherji

 

6-mannafør kvinnur MA

 

8-mannafar

 

Gøtu Tróndur

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her