Siga frá, skriva og leika

Rakel Helmsdal hevur í fleiri ár undirvíst í leiklist og leikskriving, frásøgu á kvøldskúlanum í Havn. Aftur í vetur verður tað nærum gloymda frásøgukynstrið áskránni

At siga frá søgum er ikki bara sum at siga tað. Tað er eitt kynstur, ið ikki øll hava lætt við. Men kanska kunnu tey læra. Rakel Helmsdal hevur hetta á skránni í kvøldskúlanum og hon sigur soleiðis.


Í síðstu løtu

Fyri minni enn 100 árum síðani vóru í Føroyum so fáar bøkur til taks, at tá

børnini bóðu um søgur teir myrku vetrardagarnar, var onki annað at gera,

enn at siga teimum eina søgu, sum tú hevði í minninum, tí at onkur fyrr hevði

sagt tær hana. At siga frá, var eitt kynstur, ið var eins sjálvsagt sum tað

nú er at lesa.

Av tí at allar søgur nú eru á prenti ger ongin sær longur tann ómak at læra nakað uttanat, og tí kenna vit lítið til tað frælsi tað er at siga frá eini

søgu, sum tú dugir so væl, at tú frítt kanst velja tær orð og vendingar fyri

at siga søguna á tín heilt egna hátt, og geva henni tín persónliga dám. Tað

tættasta vit koma at søgusiging er sjónleikur, tí hóast tað sjálvandi ikki er tað sama, so byrjar sjónleikurin onkusvegna sum ein søga onkur vil siga onkrum øðrum, uttan at hava tann skrivaða tekstin millum seg og áhoyraran.

At áhugin aftur er vaktur fyri frásøgnini, boða tey fullsettu frásøgukvøldini hjá Grímu í Gamla Meiaríið frá. Í kanska seinastu løtu eru vit við at fata, at vit missa ein týdningarmiklan hátt at orða okkum, um frásøgukynstri heilt verður gloymt.

Á Tórshavnar Kvøldskúlaer í vetur eitt skeið um at siga frá søgum, at skriva søgur, og at spæla tær sum sjónleik. Við fyrst at læra okkum at siga frá søgum vit kenna, at læra okkum at lurta, at læra okkum at minnast nýggjar søgur, byrja vit spakuliga at gera okkara egnu søgur og so við og við skapar bólkurin saman eina søgu, ið verður sett upp til ein leik.

Rakel Helmsdal, rithøvundi, undirvísir í vetur í frásøgukynstrinum. Skeiðið er fyri fólk íøllum aldrum, einasta krav er at hava uppi í nevan av hugflog.