Siga kortanei til at hækka prísin á ferðaseðlum við Strandferðsluni

Suðuroyingar og Nólsoyingar skulu ikki fíggja siglingina út í Hest, siga tingmenn í Suðuroy

Vit taka undir ongum umstøðum undir við, at tað nú verður dýrari hjá ferðafólki at ferðast við Ternuni og Smyrli. Tað siga teir báðir tingmenninir úr Suðuroy, Bjarni Hammer og Henrik Old.

Strandferðslan er komin í peninganeyð og fyri at fáa játtanina at halda, verður tað neyðugt at seta ymsar sparingar í verk, men samstundis verður tað eisini neyðugt at hækka prísin á ferðaseðlarnir við Smyrli og við Ternuni.

Tórshavnar Kommuna og Strandferðsluni hava ein sáttmála um havnagjald og farmagjald fyri skipini hjá Strandferðsluni, sum sigla upp á Havnina. Eftir hesum sáttmálanum fær Tórshavnar Kommuna fimm krónur fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast um Tórshavnar Havn.

Fyri ferðafólk, sum ferðast ímillum Tórshavn og Nólsoy, verða fimm krónur rindaðar, bæði fyri at ferðast úr Havn til Nólsoyar, og fyri at ferðast úr Nólsoy til Havnar, men fyri tey, sum ferðast í Smyrli, verða fimm krónur rindaðar, tí ferjulegan á Krambatanga er landshavn.

Tí verður ferðaseðilin hjá Ternuni nú hækkaður 10 krónur og ferðaseðilin við Smyrli hækkar fimm krónur. Tað merkir, at gjaldið til Tórshavnar Havn verður lagt oman á ferðaseðlaprísin.

Men tað vilja teir báðir suðuroyartingmenninir, Bjarni Hammer og Henrik Old, ikki góðtaka.

Teir báðir, sum annars eru partamenn hjá Heðini Mortensenin, vísa á, at tá ið fíggjarlógin varð samtykt, vórðu tvær milliónir settar av til at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá teimum, ið ikki hava fast samband við meginøkið.

– Tí er tað løgið, at ferðaseðlaprisirnir nú skulu hækkast á tveimum av hesum rutunum, siga teir báðir.
Samstundis vísa teir á, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur keypt skip, og sett nýtt fólk í starv, at sigla út í Hest. Hetta kostaði tvær milliónir, sum játtan ikki er til.

Bjarni Hammer og Henrik Old eru samdur i at gjaldið, Tórshavnar Kommuna fær fyri hvørt ferðafólk, er burturvið. Men teir siga, at hetta er ein spurningur, sum má takast upp við Tórshavnar Kommunu.

Vit taka undir ongum umstøðum undir við, at nýtt virksemi hjá Strandferðsluni skal fíggjas, við at hækka ferðaseðlaprísirnar á Nólsoyar- og Suðuroyarleiðini, siga Henrik Old og Bjarni Hammer.