Eftir at hava luttikið aktivt í kommunalpolitikki í 24 ár, stillar Sigfríður Vørðhamar í Fuglafirði ikki upp aftur til valið í november. Av teimum 24 árunum, hann hevur sitið í bygdar- og býráðnum, hevur hann verið formaður tey 12.
Sigfríður Vørðhamar sigur, at hann hevur valt at fara av nú, meðan hann sjálvur fann landgongina, sum hann tekur til. Hann hevur egið virkið, sum hann heldur, at hann nú skal brúka meira tíð uppá, sigur hann.
Eftir at hava verið so leingi uppi í politikki, er tað heilt natúrligt, at hann fer at sakna tað, heldur Sigfríður Vørðhamar. Men hinvegin gevur tað eisini betri møguleikar at gera viðmerkingar til ymisk mál, sum uppi eru. Tí hóast hann gevst, er hugurin fyri samfelagsviðurskiftum ikki farin. Verri enn so, sigur hann.
Men tað kann verða spennandi at vera áskoðari við politiska vøllin eftir øll hesi árini, sigur hann. Tó hevur hann eitt ávíst liða at halda við, skilst, tí hann er stillari hjá einum borgaralista, sum stillar upp í Fuglafirði.
Jú, tað verður undarligt, men nú er tíð at lata onnur sleppa framat, heldur Sigfíður Vørðhamar, sum á nýggjárinum verður fyrrverandi býráðspolitikkari í Fuglafirði.
Tveir partapolitiskt óheftir borgaralistar eru gjørdir til býráðsvalið í Fuglafirði. Í tíðindaskrivi, stillarar hjá øðrum av hesum listunum hava sent, verður dentur lagdur á, at talan er ikki um partapolitiskan lista, men at einans er hugt at valbærinum hjá valevnunum, tá listin varð gjørdur.
Á øðrum borgaralistanum, Sosialurin hevur fingið, eru valevnini hesi:
Eivind Breiðáskarð, handilsmaður, Bjarni Eliasen, bilsmiður, Símun Jákup Eliasen, goymsluleiðari, Sveinbjørn á Horni, timburmeistari, Astrið Højgaard, húsmóðir, øll úr Fuglafirði. Elibert Kerá, virkisleiðari, Hellur, Jón N. Olsen, reiðari, Andreas (Dia) Petersen, húsavørður á Kambsdali. Janus Samuelsen, navigatørur, Martin Simonsen, býráðslimur/stjóri, Sigurð S. Simonsen, býráðslimur/reiðari, Fuglafirði og Ólavur Thomsen góðk. elinnleggjari, á Kambsdali.
Valevnini á seinna borgaralistanum, sendur er Sosialinum, eru hesi:
Kristian O. Christiansen, havnameistari, Randi Gunnarsdóttir, listakvinna, Edva Jacobsen, bankakvinna, Eyðun á Lakjuni, studentaskúlalærari, Páll Larsen, skrivstovumaður, Torfinn Nón, byggifrøðingur, øll úr Fuglafirði. Eyðgerð Petersen, dagrøktarleiðari, Kambsdalur. Kristian Petersen, bankamaður, Dinna Poulsen, skrivstovukvinna, Jónsvein Poulsen, fólkaskúlalærari, úr Fuglafirði. Laila Solmunde, skrivstovukvinna av Kambsdali og Jan Toftegaard, býráðslimur/maskinsmiður úr Fuglafirði.