TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sigfríð S. Clementsen aftaná 0-4, og harvið samlaða 0-7 tapið hjá Víkingi ímóti georgiska Torpedo Kutaisi í Europa League undankappingini.
Sigfríður S. Clementsen slær fast, at hann hevur sæð og upplivað nógv við føroyskum liðum í evropeiskum kappingum, og aftaná tveir dystir kann hann bara staðfesta, at Torpedo Kutaisi er eitt framúr gott lið, sjálvt um liðið ikki er so kent í Føroyum.
Víkingur vann ikki nakað stig í Evropa hesaferð, og eitt sindur speiskur heldur Sigfríður S. Clementsen fyri, at tað var gott, at KÍ og B36 endiliga megnaðu at útvega føroyskum fótbólti nøkur stig.
Um Víking sigur Sigfríður S. Clementsen, at Víkingur er í gongd við at byggja upp av nýggjum, og tað fer at taka nakað av tíð. Høvuðsvenjarin hjá Víkingi er ikki glaður fyri, at Víkingur um minni enn trý samdøgur skal spæla ímóti AB, men tað er so ein uppgáva teir mugu fyrihalda seg til, og fyrireika seg til.