Signhild Danielsen 95 ár

Annan páskadag 5. apríl fylti Signhild Danielsen í Havn 95 ár.

Signhild er ættað av Skála. Foreldrini vóru: Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palli Rasmussen, sum vanliga varð nevndur Skála-Palli, eftir at tey vóru flutt til Havnar at búgva.


Sum 16 ára gomul kom Signhild til Havnar, har hon hevði húspláss. Hon giftist við Petur Danielsen, ættaður av Hvítanesi. Petur og Signhild búðu á Abbatrøð tey fyrstu árini, til tey fluttu í nýggj hús úti í Grønlandi.


Petur tók setiskiparaprógv sum ungur, og sigldi til hann varð 60 ára gamal, tá hann mátti gevast, tí eyguni vór farin at bila. Hann var eisini ein av eigarunum av trolarunum Hvítanes, sum vóru tríggir í tali. Signhild var ein góður stuðul hjá Peturi, bæði tá hann sigldi, og ikki minst tá hann bleiv blindur.


Signhild og Petur fingu børnini: Dánjal Pauli, Regin, Jana og Petur. Dánjal Pauli andaðist í november 1994, 57 ára gamal, og Petur andaðist í mai 1995, 46 ár gamal.


Í fleiri ár búðu Signhild og Petur á Eldrasambýlinum Oman Hoydalar í Hoyvík. Petur andaðist í 2006, 92 ára gamal. Signhild býr í dag á Lágargarði.


-red