Signhild Johannesen, fyrrv. yvirsjúkraystir, til minnis

Í farna mánaða andaðist Signhild 88 ára gomul.

Hon var úr Kollafirði, yngst av nógvum systkjum. Pápin doyði av tuberklum, og Signhild var sum reivabarn sjóvegis førd til góðar kenningar í Hvalvík at vaksa upp. Tað vóru Egholm-, seinri Eikholmfólkini, sum hon síðani kendi sum sítt í tilveruni mesta upphav og helt nógv av.

Har uppvaksin fór hon út at tæna í skyldskapshøpi, hagani á sjúkrasystraskúla, var gift Símuni, einum av Bakkadreingjunum í Lorvík og fingu tey saman einkarbarnið Torgerð og av henni ommubørnini Barbaru og Símun Johan og 5 langommubørn.

Áðrenn skipað psykiatri fór at virka í Føroyum frá 1969 við m.a. spildurnýggjum og eftir tátíðarmeti nútímans Statshospitali fóru Signhild og onnur, m.a. sjálvur Árni Olsen, niður at nema sær serkunnleika og royndir innan hettar økið.

Sjálv var Signhild á Skt.Hans og SNS , har eisini nógvir sálarsjúkir føroyingar vóru, mangan varandi, fram til at viðgerðarumstøður fingust í Føroyum við tí nýggja Statshospitalinum. Tað var eitt væla lið av undangongufólki ,sum frá fyrsta degi mannaðu Statshospitalið í 1969.

Sjálvur var Árni Olsen serlæknaútbúgvin innan bæði psykiatri og neurologi, undirvísti javnan , og øll síni mongu virkisár dugdi hann so frágera væl at fáa tað besta burturúr síni manning.

Signhild gjørdist fyrst deildarsjúkrasystir og síðani í mong harrans ár yvirsjúkrasystir, eftir at ein útlænt slík (frú Brandt) var farin niður aftur.

Signhild lá ikki á sínum royndum frá stórum sinnissjúkrahúsum niðri, og tá fjøld av sálarsjúkum føroyingum vóru fingin heim í 1972 og allar 5 deildir og meira aftrurat fyltar, mundu tað vera yvir 100 sjkl., sum Signhild fekk ovastu røktarábyrgdina av.

Av lyndi var Signhild spøk, stillfør og lítillátin, tó hon fekk so mangt í lag, sum kundi økja lívsdygdina hjá varandi sálarsjúkum fólkum, har sjúkrahúsdeildin í førum gjørdist teirra heim fyri lívið.

Hon fekk saman við øðrum t.d. í lag uttandurðaítriv, innanhýsis biograf, bingokvøld á staðnum, sjúklingaútferðir innan- sovæl sum uttanlanda, sjúklingaársveitslu og jólaveitslu við øllum góðum eins og annan hugna. Málið var heilt greitt mest møguligt at fara við sálarsjúkum sum við øðrum fólkum at veita teimum innihald í gerandistilveruna. Slík tiltøk dámdu sjúklingum og avvarðandi avbera væl, og sjálvur ivist eg ikki í, at tað lætti og bøtti um sjúkutilveruna.

Sum yvirsjúkrasystir varaði hon eisini av starvsfólkum og gjørdi í sínum spakføri sítt til, at starvsfólk kendu seg væl, sýndi teimum vinsemi og blíðskap og dugnaði, har hon kundi.

Væl var hon av lyndi varin og spøk, tó hon eisini væl kundi traðka í karakter.

Minnist sjálvur , stutt undan at hon fór frá fyri aldur í teimum truplu nítiárunum, og sjúkrahúsið stóð fyri falli av peninganeyð, og so mong tessvegna vóru søgd úr starvi, at hon ein dagin í allari armóðini troppaði upp á míni skrivstovu við eini váttan (rekvisión) og bæð meg sjúgva mær í býin at keypa mær ein góðan stól, tí nú hevði eg nóg leingi og í so mong ár sitið og beklað á einum elligomlum skinkli.

Nýggjar tíðir volda nýggjar skikkir, og nú á døgum verða nógv færri sjúklingar lagdir inn eins og í styttri tíð. Økispsykiatri og sambýli hava tikið yvir, har tann gamla psykiatriin slepti.

Signhild var av tí gamla skúlanum og útinti sítt starv væl ta tíð, gamla psykiatriin við nógvum og drúgvum innleggingum var í hásæti.

Signhild var ein týðandi pionerur innan psyiatriska sjúkrarøkt í Føroyum.

Friður veri við minni hennara.

--------------

Eyðun Joensen, fyrrv. sálarfrøðingur á Statshospitalinum.