Kassameistari hjá Føroyingatíðindi
Pápi Sigrid var ein innbjóðari til jólafundin í 1888. Í Føroyingafelag gjørdi hann ikki nógv um seg, men børnini vóru við “av hjarta og sál.” Sigrid var fyrsti kassameisari í felagnum og hevði í mong ár Føroyingatíðindi í avgreiðslu. Til undirhald í felagnum skrivaði hon skemtileikin Jákup á Møn, sum fyrstu ferð varð spældur vikuna eftir páskir 1890. Hann var prentaður í Tingakrossi í 1903.
Sum árini liðu vaks bókasølan í stórum, og trongligari gjørdist í handlinum. Bókbindarahjúnini vóru nú farin at eldast og fluttu yvir í Quillingsgarð til Sigrid og Poul. Húsini heima í Gongini vóru nú bert nýtt til bókahandil og bókbindaraverkstað. Húsini omanfyri Á Bakka tey róptu, keypti Sigrid at hava til goymslu. Nú vóru tað hon og maðurin, ið stílaðu fyri handlinum, meðan pápin hevði verkstaðið, trøðna og kýrnar um at vera.
Í 1918 flutti alt virksemið niðan í gamla realskúlan, sum Sigrid keypti fyri kr. 25.000.
Var við til at stovna fyrsta barnagarð í landinum
Bókin Kvinnurøddir roknar Sigrid fyri at vera eitt rættuligt konubrot.
Í 1891 taka fýra fólk stig til at gera ein barnagarð í Havn ella “barnagoymslu”, sum tað varð kallað tá, “so at foreldrini ikki skullu bera ótta fyri børnunum, tá ið alt tað vaksna fólkið er í útiarbeiði.”
Stigtakararnir vóru Jacobina Restorff, verdóttir gamla Restorff, Petra Müller, dóttir gamla sýslumannin H.C. Müller, Oliver P. Effersøe og Sigrid.
Barnagarðurin varð fíggjaður av basarum og innsavnan av peningi. Hann byrjaði í marts 1892 og var opin frá sjey á morgni til sjey á kvøldi fyri børnum millum trý og sjey ár. Tó var barnagarðurin ikki opin alt árið, tí í mars 1894 er lýsing um, at hann letur upp 15. mars. Hetta svarar væl til, at munandi lønararbeiði tá í tíðini var í summarhálvuni, táið skipini høvdu landað frá fyrsta túrinum.
Tey, sum stílaðu fyri, vóru av tí “betra slagnum” og høvdu ikki sjálvi beinleiðis brúk fyri barnagarði. Hetta tiltak var tí eyðkent fyri tað vælgerðararbeiði, sum tey, ið vóru væl fyri, gjørdu fyri tey, sum vóru minni væl fyri.
Tá ið Sigrid Niclasen doyði skrivaði Dimmalætting hesi minningarorð:
“Nakrar merkiskvinnur eru bornar her á landi. Sigrid Niclasen var ein teirra. Hon var av gamlari, góðari føroyskari slekt, og hon hevði øll tey eyðkenni, ið finnast hjá tí gamla góða føroyinginum: trúgv móti øllum góðum gomlum, íðin og arbeiðssom. Hon var ein hátttmentað kvinna, hugstór og hjartagóð.
Tá pápin, hin kendi bókahandlarin H N Jacobsen, fall frá, var hon í teirri fyrstu tíðini, inntil børnini komu til, einsamøll um at stýra teirri eftir føroysku viðurskiftum stóru forrætning, ið er stovnað í 1865 og soleiðis ein av teim elstu her á landi, og førdi hetta ikki lítið arbeiði við sær, men væl var fyriskipað.
Sigrid Niclasen hevði fingið ta góðu gávu, ið eitur sálarstyrki og dirvi til at halda fram í góðum eins og í sorgartíðum. Í teim seinastu árum hevur hon havt heilsubrek, men við okkum, ið kendu hana, var hon bæði blíð og týð eins og í teim góðu gomlu døgunum. Sigrid Niclasen varð 73 ára gomul. Hon er nú farin heim til ta stóru hvíldina. Friður veri við minni hennara.”
Poul, lærarin sum gjørdist bókahandlari
Poul Niclasen var føddur í Sørvági 5. januar 1852. Foreldrini vóru Niclas Samuelsen (1809-1896), óðalsbóndi norðuri í Stovu og Súsanna Cathrine Olesdatter (1815-1892,) bæði úr Sørvági.
Poul fór á Tórshavnar Læraraskúla í 1874, og hann tók prógv í 1876. Hóast hann hevði hug til skúlayrkið, man hann ikki hava havt embæti í bygdarskúla. Honum dámdi væl í Havn, men tað hevur verið honum greitt, at tey tvey árini á læraraskúlanum góvu ov lítið. Tí hevur hann sum fleiri aðrir ungir lærarar frá teirri tíðini tráað eftir at læra meira. Hann kemur til København og gevur sær stundir at síggja seg um, tí høvuðsstaðurin átti so nógv, sum hugtók føroyingar. Johan Olsen úr Havn, ið tók prógv í 1874, og Hans Jacob Petersen, sum gekk á læraraskúla samstundis sum Poul Niclasen, fóru báðir á danskar læraraskúlar. Poul fer eisini á danskan læraraskúla, men tekur ikki prógv. Tá ið hann kemur aftur til Føroya, verður hann knýttur at bókahandlinum í Havn. Hann giftist 6. juni 1891 við Sigrid, dóttir Mariu og H.N. Jacobsen bókhandlara.
Ikki so sjáldan varð heitt á hann um at undirvísa í skúlunum í Havn, tá ið onkrum lærara barst frá.
Hann var limur av Tórshavnar skúlanevnd, limur av Føroya Skúlastjórn og var 1893-1897 og 1901-1905 valdur løgtingsmaður fyri Suðurstreymoy. Í tinginum var hann ein teirra, sum arbeiddi fyri at fáa sanatorium, sum tó ikki kom, fyrr enn hann var deyður.
Honum dámdi eisini væl at vera millum børn, og hann var eisini væl fagnaður av børnum. Eitt tíðarskeið helt hann privatskúla. Hann doyði 19. desember í 1905. Tað varð skrivað um hann: Han hørte til de stille i landet, men han var en grundhæderlig personlighed med et varmt hjerte for de smaa i samfundet.
Ein beiggi Poul var Daniel, róptur ríki Dánjal. Hann var tingmaður 1891-1900, so brøðurnir hava verið tingmenn samstundis. Niclas, sonur Dánjal, var tingmaður 1928-1936. Hetta er annars ættin hjá Jørgen Niclasen
Børnini
Poul og Sigrid blivu gift 6. juni 1891 í Havnar Kirkju. Børn teirra vóru:
Johanna Maria f. 1892, deyð 1918, 26 ára gomul
Susanna Katrina (1893-1949) gift við Herluf Lützen (1887-1934). Tað var bert Susanna, sum førdi hesa ættina víðari. Tey fingu tríggjar synir Jákup Hendrik, Sigurd Paula og Hannes. Bert Jákup Hendrik giftist. Tað var við Katrinu Danielsen av Syðradali. Tey fingu tvær døtur og ein son. Tey og teirra eru einastu eftirkomarar hjá H.N. Jacobsen í Føroyum.
Hans Nicolai (1894-1970) giftur við Ellen Kate f. Bærentsen f. 1902
Sigurd Pauli Johan Erik (1896-1949)
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá brøvum hjá Oliver P. Effersøe, sum hann skrivaði frá krígnum millum Danmark og Týskland í 1864