Fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum verður tað Sigtór Petersen, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið illa sperda 07 Vestur seinnapartin verður gestur á Argjum.
Í fjør hevði Sigtór ábyrgdina í fýra teimum seinastu umførunum. Tá royndist tað væl. 07 Vestur vann tríggjar og tapti ein dyst og varðveitti plássið í bestu deildini.
-Støðan í ár er øðrvísi, tí vit eru aftast og skulu fáa eitt og kanska tvey lið aftur. Tað verður neyvan vakurt fótbóltsspæl á Argjum. Í slíkum førum snýr tað seg um viljan og hugburðin. Tað liðið, sum í dag verður betri trimmað og stríðshugað hevur betri møguleika at vinna, sigur 30 ára gamli Sigtór Petersen, sum í vikuni fekk ábyrgdina av 07 Vestur liðnum, eftir at Pauli Poulsen hevði takkað fyri seg í Vágum.
Sølvi Egilsson og Charlie Machell og eykamálverjin Ivan Stojkovic eru leikbannaðir, og Teitur Olsen er skaddur. Ivasamt er tað, um Ken Fagberberg verður førur fyri at spæla ella hvussu leingi hann verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av skaða í lærinum og spældi bara hálvan tíma síðsta sunnudag ímóti B36.
Hjá AB eru miðverjin Árni G. Olsen og miðvallarin Bjarni Skála leikbannaðir. Jobin Drangastein er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er iva um, hvønn leiklut Bjarki C. Nielsen og Jónas Stenberg eru førir fyri at spæla ídag.
-Eg havi stórt álit á mínum monnum, sum hava møguleika at megna betri úrslit ímóti 07 Vestur enn fyrr í ár, sigur AB venjarin Sorin Anghel, sum sipar til, at tað í fyrsta umfari endaði 1-1, tá ið hesi bæði liðini hittust á Argjum, og at tað í átjanda umfari endaði við 1-0 heimasigri, tá ið liðini hittust á Dungasandi í Sørvági.
Og AB venjarin heldur fram:
Okkara spældu og stríddu seg til sigur í Trongisvági síðsta sunnudag, og tað sigur teimum og mær, at um teir aftur í dag vísa sama hugburð, sum teir gjørdu tá, so eiga vit møguleika fyri at vinna og harvið økja um møguleikan aftur næsta ár at spæla í bestu deildini. Men skal tað eydnast, so er neyðugt bæði at stríðast og spæla fótbólt, sigur AB venjarin Sorin Anghel.