Aftaná fitt av venjingardystum í februar og januar spældi Ari Olsen fyrr í dag fyrsta kappingardystin fyri Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Vendsyssel vann á heimavølli 2-1 á Brabrand, ið hevði John Frederiksen í hópinum undan nýggjárinum.
Brabrand legði seg á odda longu í 10. minutti. Men í 22. minutti javnaði Magnus Munck til 1-1, og 12 minuttir seinni skoraði Adam Vendelbo sigursmálið hjá Vendsyssel.
Vendsyssel er fjórðfremst í deildini við 30 stigum.
Sunnudagin 15. mars klokkan 12 spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti Næstved.
Ígjár vann Roskilde uttan spælitíð til Hørð H. Askham 2-1 (1-0) á Ishøj á heimavølli.
Roskilde er triðfremst í deildini við 32 stigum.












