Sildberin til at taka á Suðuroyarleiðini sunnukvøldið

Sildberin er álitið, um Prince verður fullur sunnukvøldið og ikki klárar at taka øll ferðafólkini av Krambatanga til Havnar. Sildberin siglir so úr Sandvík til Sands

Seinasta sunnudag stóðu nógv fólk eftir á Krambatanga, tá ið Prince lat rampuna aftur, tí at hann hevði ikki loyvi at taka fleiri ferðafólk.

Um støðan verður tann sama nú sunnukvøldið, at fólk ikki sleppa við, so er einasta tilboðið, sum Standafaraskip Landsins hevur at bjóða, at seta Sildberan at gera eykatúr úr Sandvík til Sands.

– Vit vita ikki, hvussu støðan verður sunnukvøldið, men um ikki øll sleppa við Prince, og vit fáa fyrispurningar frá ferðafólki, so kunnu vit fáa Sildberan at sigla. Hann kann vera á í Sandvík umleið klokkan 18, og so kunnu fólk sleppa til Sands og so víðari við bygdaleiðum og Teistanum, sigur Heri Norðberg.

Ferðslusamskiparin vísir á, at Sildberin hevur siglt nakrar ferðir áður bæði í summar og í vár, tá ið støðan var tann sama, at ikki øll ferðafólkini sluppu við Smyrli.

– Tað hava vit fingið góðar afturmeldingar um, sigur Heri Norðberg.

Sildberin tekur 50 ferðafólk.

Heri Norðberg vísir á, at vanliga, tá ið nógv ferðafólk fara suður um vikuskiftið, so er fordeilingin nøkulunda jøvn. Tá er ikki ætlanin at hava nakað eyka skip at sigla

– Øðrvísi er tá ið fólk fara norðuraftur. Fordeilingin er ikki so jøvn, og tað vísir seg, at tey flestu velja sunnukvøld at fara norðuraftur, og tá kann trupulleikin vera, at øll ikki sleppa við, sigur Heri Norðberg.

Nú Prince hevur verið í sigling í eina lítla viku, hevur Strandferðslan eftirmet siglingina, og fráferðin klokkan 11:30 er flutt til klokkan 11, og fráferðin klokkan 15:30 er flutt til klokkan 15.

– Við hesum verður meira glopp millum seinnu túrarnar, og tað passar betur, sigur Heri Norðberg.