Arbeiðsplássið hevur sett eina verkætlan í gongd - vit skulu gerast sunnari. Fyrsti fyrilestrahaldari er ein kvinna, sum hevur silikonboppir. Hon hevði nógv gott at siga, men tá vit koma aftur til okkara pláss, sigur starvsfelagin beinavegin : "Eg kann ikki taka ímóti heilsuráðum frá einari kvinnu, sum hevur valt at gera boppirnar størri við silikon."
Men hon hevði nógv gott at siga, royna vit, men hann heldur upp á sítt. Um man skal verða eitt heilsufyridømi, eru silkikonboppir ikki nakað man fæst við, tvíheldur hann um.
Eg eri ikki samd við honum, men fyri nøkrum vikum fangaði eg meg sjálva við somu tankum. Eg sat yvir av einum væl kendum medium (ein, sum sigur seg kunna tosa við tey deyðu - hevur kontakt við andaheimin), og hann hevði krita-krita-hvítar kunstigar tenn. Git, um eg ikki misti eitt sindur av mínari trúgv uppá hann? Jú, hann sá kunstigur út, og eg dømdi hann sum minni trúverdigan.
Eitt tað kendasta orðatak, vit eiga, er, at vit ikki skulu skoða hundin á hárinum, men tað var also júst tað, eg so dyggiliga gjørdi.
Ella er tað so, at summi størv – heilsuráðgevi við silikonboppum og medium við kunstigum tonnum – ikki hóska saman?
Eg trúgvi ikki, at eg og hann á arbeiðsplássinum eru serliga ólík øðrum fólki. Tað liggur í okkum at skoða eftir hárinum, hóast vit vita, at tað ikki er rætt.
Ein yngri starvsfelagi gjørdist einaferð í øðini inn á meg, tá eg segði við hana, at eg ikki helt, at hon kundi fara til eina samrøðu við skræddum nylonsokkum og stuttum kjóla.
"HVÍ?" rópti hon í høvdið á mær, og eg var noydd at søkka so lágt sum at siga: "Tí at eg vænti also ikki, at tey taka teg í álvara, um tú sært soleiðis út."
Eg hataði meg eftir ta løtuna, tí eg veit, at hon skal kunna ganga ílatin JÚST, sum hon vil - men tað passar bara so illa til tann veruleika, vit liva í.
Tað er ein orsøk til, at øll mannfólk síggja út sum klónir í sínum klædningum - teir vita, at klædningurin inngevur respekt. Tað sama er við slipsum
Tíanverri verða vit nokk dømd eftir okkara skræðu, óansæð hvussu ofta vit siga, at tað er tað innara, sum tað ræður um.