Í morgin klokkan 14 spælir KÍ annan dystin í Atlantic Cup í Algarve í Portugal.
Dysturin verður móti danska superligaliðnum, Silkeborg sum vann 3-2 á IFK Göteborg í farnu viku.
Hóast danska superligan verður mett at vera á væl hægri støði enn føroyska Betrideildin, so hevur Silkeborg bert eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum Silkeborg og KÍ í morgin.
Miðaloddsini upp á sigur til Silkeborg eru 1,84.
Miðaloddsini upp á sigur til KÍ eru 3,78.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt rættiliga gott úrslit hjá KÍ eru 3,55.
HER eru oddsini:
##med2##