Silkeborg tapti grannauppgerð

Silkeborg vitjaðu grannarnar úr Viborg í dag. Liðið hjá Christian Lamhauge Holst byrjaði sum eitt óløgið. Rajko Letic legði Silkeborg á odda 1-0 tá eitt korter var farið, og í 36. minutti økti sami Letic til 2-0. Beint áðrenn hálvleik minkaði Lasse Kryger hjá Viborg um munin til hálvleiksstøðuna 1-2 til Silkeborg. Silkeborg hevði leiðsluna langt inn í 2. hálvleik, men tá 2. hálvleikur varð eitt sindur meir enn hálvliðin vendi Viborg dystinum uppá 5 minuttir. Fyrst javnaði Christian Olsen til 2-2, og beint aftaná skoraði fyrrverandi Brøndby-spælarin, Dan Anton Johansen sigursmálið til 3-2 til Viborg. Ì eini roynd at venda dystinum setti Silkeborg føroyska landsliðsspælaran, Christian L. Holst á vøllin í 76. minutti, men tað vendi so ikki úrslitinum, og varð endin, at Viborg vann 3-2. Føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen kann kortini fegnast um, at Christian L. Holst verður tøkur aftur, aftaná fráveru orsaka av skaða.