Kappróður
Jarnbardur vann á Ólavsøku fjórða FM róðurin á rað. Blái báturin hjá Knørrafelagnum leyp avstað, tá ið startskotið ljóðaði undir Argjahøvda, og so var kappingin um fremsta plássið mest sum avgjørd.
Tá ið bátarnir komu á mál, var Jarnbardur eina bátslongd frammanfyri hinar, og á málinum var munurin framvegis heilt eyðsýndur, hóast Riddarin royndi at bjóða av.
Dreymurin hjá Jarnbardi var, at onkur av hinum bátunum skuldi taka næstfremsta plássið frá Riddaranum. Tað eydnaðist ikki, men í startinum tóktist tað sum um, at Lómur av Argjum skuldi hjálpa Jarnbardi.
Men tað vildu tær úr Miðvági ikki. Riddarin legði seg á næstfremsta plássið, tá ið umleið hálvt málið var rógvið, og tær í Miðvági megnaðu at halda tørn um plássið, sum bar við sær, at tær eru besta 6-mannafarið við kvinnum. Tað ynskir Sosialurin Riddaranum úr Miðvági hjartaliga tillukku við.
- Vit eru væl nøgdar. Eftir góða byrjan upp á kappingarárið hava vit verið illa plágaðar av skaðum. Eitt skifti var skaðastøðan so mikið vánalig, at tað var um reppið, at tað bar til at halda fram í kappingini. Tíbetur bar tað til, og í tí ljósinum eru vit ovurfegnar um FM heitið, søgdu tær á Riddaranum, sum saman við FM heitinum feiraðu 20 ára føðingardag.
- Tá ið fyrireikingarnar vóru til róðrarárið, var tað ikki ætlanin hjá okkum at vinna FM. Tí er tað komið óvart á, at tað kortini næstan eydnaðist. Vit smakkaðu gullið á Jóansøku, og síðani vildu vit ikki hava annað enn gull. Vit hava gjørt tað, sum vit hava kunnað síðani á Jóansøku og aftur í dag. Tað hevur rokkið til fýra sigrar, og tað eru vit nøgdar við, staðfestu tær umborð á Jarnbardi eftir ólavsøkusigurin.
6-mannafør kvinnur úrslit á Ólavsøku
NummarBáturTíð
1Jarnbardur4:42.24
2Riddarin4:46.11
3Lómur4:51.23
4Hvessingur4:54.11
5Smyril4:57.07