Silvurmerkini standa upp á spæl

Í Sundalagnum eru møguleikarnir fyri endurtøku av næstfremsta plássinum betri, enn teir leingi hava sæð út til at vera

EB/STREYMUR-B36

Jákup Mørk


Í fjør vann EB/Streymur silvurkrónurnar í landskappingini. Tað var eitt ógvuliga stórt vónbrot, tí síðani summarsteðgin og út á heystið var samansetta liðið besta boðið upp á gullkrónurnar. Í síðsta umfarinum kiksaði tað so rudduliga, og vónbrotið var sjálvandi stórt.

Nú er EB/Streymur á triðja plássi. Um tað eydnast at vinna silvurmerkini, verður talan um betri endastøðu, enn tað leingi hevur sæð út, at tað skuldi gerast. Um tað eydnast, verður talan um krúnan á fínum kappingarári. EB/Streymur vann fyrr í summar steypafinaluna, og silvurmerkini í landskappingini høvdu verið vorðin sum farvæl gáva til venjaraparið, Piotr Krakowski og Sámal Erik Hentze, sum hava fingið so væl burturúr í Sundalagnum.

Møguleikin liggur í, at heimaliðið megnar at vinna á størsta kappingarneytanum til silvurmerkini, tá ið B36 sunnudagin fer at vitja.

Um tað eydnast EB/Streymi at vinna á B36, og um B36 ikki í síðsta umfarinum fær fult ímóti HB, so fer EB/Streymur, sum í síðsta umfari skal spæla á Sandi, at hava silvur møguleika.

Hjá EB/Streymi kemur tað heilt væl við, at Arnbjørn T. Hansen, sum seinastu árini hevur verið sera grammur frammanfyri mótstøðumálini, nú tykist vera komin rættuliga fyri seg eftir beinbrotið fyrr í ár.

Saman við Leif Niclasen hevur Arnbjørn T. Hansen verið upptikin á U21 landsliðnm.

Í B36 hevur lagið onkuntíð verið betri, enn tað er nú fram ímóti kappingarenda. Burtur úr trimum teimum seinastu uippgerðunum hevur B36 fingið fýra stig – 1-1 á heimavølli ímóti Skála, 4-1 á heimavølli ímóti AB og 0-1 á Sandi.

Tað er í hesum tíðarskeiðnum, at B36 hevur mist møguleikan fyri at vinna FM heitið, sum teir leingi vóru favorittar at vinna. Laka gongdin seinastu vikurnar hevur borið við sær, at nú er møguleiki fyri, at silvurkrónurnar eisini kunnu gleppa árstalsfelagnum av hondum.

Kurt Mørkøre hevur restað fleiri spælarar í venjingunum seinastu vikurnar. Jákup Mikkelsen, Bergur Midjord, Mikkjal Thomassen og Hanus Thorleifsson hava verið á landsliðsferð. Mikkjal er so mikið skaddur, at tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Jóhan V. Gunnarsson hevur verið á U21 landsliðnum.

EB/Streyma málverjin, René Tórgarð, hevur eisini verið á landsliðsferð, og sostatt hevur hann vant saman við B36 málverjanum Jákupi Mikkelsen.

Tá ið liðini hava dystast fyrr í summar, hevur B36 báðu ferðirnar verið omaná. Í báðum førum vann B36 1-0.